KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Um okkum

 


Navigatión á hesi síðu: Tíðindi um savnið - Nevndin - Søga



Tíðindi um savnið

12.03.2017 Krígssavnið gjørt avtalu við Café Manna

28.04.2016 Aðalfundur í Krígssavninum

28.04.2016 SOR-bygningurin pussast og bjálvast

16.02.2016 Arktisk kommando á Krígssavninum

20.01.2016 Virðismikil søgulig skjøl til Krígssavnið

24.09.2015 Krígssavnið limur í Nordisk Museumsforbund

19.06.2015 Føroyskt-bretskt felag avtikið

30.04.2015  Aðalfundur og nevndarval 2015

24.04.2014 Aðalfundur og nevndarva 2014

19.06.2013  Til Onglands á kunningarferð

30.04.2013  Aðalfundur 2013

16.07.2012  Vitjaðu kirkjugarðin yvir falnar bretar

02.07.2012  Til lukku, formaðurin !

21.04.2012  Aðalfundur 21.4.2012 

03.11.2011  Krígssavnið fingið SOR-bygningin

02.09.2011 Trípartaavtala um SOR-bygningin

02.09.2011  Semja um SOR-bygningin

28.04.2011  Aðalfundur 2011

13.01.2011   Krígssavnið yvirtekur Tornið

25.12.2010  Kríggsavnið á fíggjarlóg landsins 2011

28.06.2010  Drotningavitjanin, fráferð

28.06.2010  Drotningavitjanin, inni á savninum

28.06.2010  Drotningavitjanin, u.f. savnið

28.06.2010  Drotningin og prinsurin vitja

29.04.2010  Aðalfundur 2010

12.04.2010  Heimasíðan opnað

27.08.2009  Innlendismálaráharrin vitjar

12.05.2009  Mina frá Færøernes Kommando

04.05.2009  Heilsan frá Mentamálaráðnum

02.05.2009  Føroyar fáa Krígssavn

14.04.2009  Móttøka av lutum á Krígssavninum

04.04.2009  Framsýningin sett upp

13.02.2009  Búmerkið avdúkað

22.10.2008  Nevndin sær SOR-bygningin

01.09.2008  Lógin samtykt

23.07.2008  Stovnandi fundur

 


Nevndin

Karl Jóhan Nielsen formaður
Poul Arni Jacobsen 2. formaður
Marna Jakobsen skrivari
Dánjal Poulsen
kassameistari
Fróði Poulsen bókhaldari
Tina Kildegaard Jakobsen
eykanevndarlimur
Klæmint Weihe  eykanevndarlimur

 


Søga

Fyrsti fundurin í smb. við at stovnað Krígssavnið var hin 1. apríl 2008 og vóru tað Felagið Vágar og Vága Kunningarstova, sum tóku stig til fundin. Umboð fyri ferðavinnuna í Vágum, kommunurnar, Lions Club og bygdarsøvnini í Vágum luttóku á fundinum.

Felagið varð stovnað hin 23. juli 2008 á fundi á Kunningarstovuni í Miðvági har 43 fólk vóru møtt. Á stovnandi fundinum varð nevnd við 5 limum vald at stýra savninum. Í nevndina komu Karl Jóhan Nielsen, Poul Arni Jacobsen, Sonni Jacobsen, Johannes Dam Hansen og Marna Jacobsen. Nevndin skipaði seg sama kvøld við Karl Jóhan sum formanni.

Á eykaaðalfundi hin 1. september 2008 varð lóg felagsins samtykt.

Búmerkið fekk savnið hin 13. februar 2009 og er tað
Suffía við Stein, Fuglafirði, sum hevur teknað búmerkið.

Savnið lat upp á fyrsta sinni í hølum í Miðvági hin 2. mai 2009 við hátíðarhaldi, har Sørvágs Tónleikarfelag spældi, Karl Jóhan Nielsen beyð vælkomin og helt røðu vegna Krígssavnið, Martin Næs helt røðu og skarð snórin vegna  Mentamálaráðið  og eini 300 fólk vitjaðu.

Fyrsta árið vitjaðu ikki færri enn 2500 fólk savnið. Trý ár seinni høvdu yvir 5000 fólk vitja savnið.

Fyrstu árini vóru tað kommunurnar í Vágum, sum í høvuðs-heitum stuðlaðu savninum. Í 2011 kom Krígsssavnið eisini á fíggjarlóg landsins.

3. november 2011 varð skeytið undirskrivað og Krígssavnið fekk SOR-bygningin til ognar.
    Hetta varð gjørt við stórari vælvild frá Sørvágs kommunu, sum í býti við SOR-bygningin lat Landsverk eitt grundstykki av ídnaðarøki kommununnar á Hálsi í Sørvági.
    Tað var eisini gjørt við vælvild frá John Johannesen, landsstýrismanni, sum skarð ígjøgnum og fekk málið avgreitt frá landsstýrisins síðu. Í staðin fyri ein 50 ella 100 ára leigusáttmála, varð avgjørt at skjóta upp fyri Løgtinginum, at lata savninum bygningin til ognar. Landið hevði áður upplivað trupulleikar av longum leigusáttmálum. Eftirfylgjandi samtykti Løgtingið uppskotið frá landsstýrismanninum.
    3. nov. 2011 undirskrivaðu Sørvágs kommuna og Landsverk makaskiftið, sum løgtingið stutt frammanundan hevði givið Landsverk heimild til. Við sama høvi, hin 3. nov. 2011, undirskrivaðu Sune Jacobsen, borgarstjóri, og Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, skeytið, sum gevur Krígssavninum SOR-bygningin til ognar.
    Smb. sáttmála partana millum undirskrivaður 2. sep. 2011, skal Landsverk vera farið úr SOR-bygninginum í seinasta lagið hin 30. sep. 2012. Sigast skal tó, at hetta ikki hendi fyrr enn summarið 2014. Grundin undir tí var mest, at byrjað var ikki enn at seta bygningin í stand.
    Tó, við nevnda sáttmála, varð komið á mál við ætlanini frá 2008, tá Krígssavn varð sett á stovn við tí endamáli, at ogna sær SOR-bygningin til Krígssavn.

Nógvir og álvarsligir trupulleikar vóru á vegnum við at fáa loyvir og annað upp á pláss. Og hetta tók nógva tíð og orku hjá nevndini.

Nýtt Krígssavn
Í 2013 varð farið undir ætlan at byggja eitt nýtt stórt krígssavn á sjálvum økinum har SOR-bygningurin stendur. Arkitektafelagið FuglArk gjørdi í 2014 eitt skitsuprosjekt har ein bygningur, formaður sum ein avlang barakk, kom at inniloka SOR-bygningin og eitt stórt øki rundanum, sum krígssavnið skuldi húsast í. SOR kom sostat at vera sum ein lutur inni í krígssavninum, sum myndin niðanfyri sýnir.

Faldari um Ætlanina:
Føroyska Krígssavnið í egin hús
The Faroe War Museum In It's Own Buildin
Det færøske krigsmuseum i egen bygning

Ætlanirnar broyttar
Í 2016 var fari frá áðurnevndu ætlan og er ætlanin nú at umvæla SOR-bygningin og bjálva hann og at byggja barakkir í endarnar, so bygningurin sær út sum hann gjørdi undir krígnum. Og at byggja ein savnsbygning sunnanfyri SOR.

Hetta verður so alt nýggja ætlaða krígssavnið.