KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Á slóðini hjá niðurdottnum Junkers 88

 

Hin 18. august 1941 um middagsleitið hoyrdu fólk í Norðdepli flogfar duna uppi yvir, men mjørki var so einki sást. Bráddliga hoyra tey so ein hvøllan brest uppi í Lokkanum omanfyri bygdina og síðan fleiri smærri brestir eins og rifluskot – síðan er tøgn. Menn fóru beinanvegin niðan at vita hvat var áfatt. Í 700 metra hædd finna teir vrakpetið av einum týskum Junkers 88 bumbuflogfari.

Hesi flogfór vóru tey, ið oftast vóru yvir Føroyum á hesi tíð og framdu atsóknir. Flogfarið hevði eftir øllum at døma rent seg beint inn í hamaran hægst á fjallinum og vrakpettini vóru so dottin niður í brekkuna niðanfyri, har bumbur og leivdirnar frá sjálvum flogfarinum, sum var fari í smápetti, sløddust millum grótið.

 

Niðanfyri hesa brekkuna er aftur høgur hamari, so hetta er illa atkomandi stað. Tá breskir hermenn seinni koma á staðið mugu teir hava staðkendar menn við sær. Restirnar av manningini á flogfarinum verða fingnar oman av fjallinum – seinni skilst at talan er um 4 mans. Tað eydnast eisini bretunum at finna skjøl og loggbók, sigur Niels Juel Arge í bók síni “Stríðsárini 3”. Í skjølunum sást m.a., at sama flogfar hevði í hvussu er tríggjar ferð bumba í Føroyum og fleiri ferð í Bretlandi.

 

Nú knapt 68 ár eftir hesa hending vóru Karl Jóhan Nielsen, Poul Arni Jacobsen og Sonni Jacobsen frá nýstovnaða krígssavninum, í Lokkanum at vita, um ikki okkurt kundi bjargast av vrakinum. Savnið hevði fingið at vita, at framvegis sløðast nógvir lutir har uppi, so sum motorar, bumbur og aðrar vrakleivdir. Eigarin, Páll bóndi, hevði givið savninum sítt samtykki og loyvi til at taka lutir av vrakinum úr haga hansara.

 

Við góðari og kønari hjálp frá tyrluni hjá Atlansflog eydnaðst at gera hesa ætlan til veruleika og at koma upp í Lokkan har fleiru lutir vórðu funnir.

Alt varð ikki tikið, men restin av einum motori, ein bumba og aðrar smærri vrakrestir. Motorur og bumba vóru rættuliga tung og lógu nakað frá hvørjum øðrum, so tyrlan fleyg lutirnar oman til vegin við Norðdepil í tveimum umførum.

 Við í ferðini uppi í Lokkanum vóru Sakaris Hammer og ein myndamaður, teir tóku upp sjónvarpsmyndir og fotomyndir. Sakaris var við tá danska sjóverjan fyri mongum árum síðan var uppi í Lokkanum og sprongdi lógurið úr bumbunum. Tá tók hann upp og ætlanin er, at tær upptøkurnar saman við hesum nýggju skulu vísast á savninum.

 

Undirritaði hevði eisini sítt myndatól við og tók nakrar myndir. Tað eru so nakrar av hesum myndunum, ið prýða greinina.

 

Niðri við vegin var fitt av fólki komin saman at síggja restirnar av flogfarinum, sum tey helst mangan hava hoyrt um, men kanska ikki øll hava sæð.

 

Ein eldri kona var eisini komin at hyggja, sum enn minnist hendingina fyri so mongum árum síðan.

SJ 26-04-2009

 

 Aftur

 

 

Dagført

05-04-2010