KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið fingið búmerki

 

 

 13. februar 2009, kl. 15 var lítil móttøka í Krígssavninum í smb. við avdúking av búmerki til nýggja Krígssavnið, sum stovna er og væntandi ferð at reka virksemi sítt einaferð í vár. Fyribils heldur savnið til í leigagum hølunum í sama bygningi har Bónus og Kunningarstovan eru í Miðvági, hetta meðan bíða verður eftir stóra dreyminum, smb. Karl Jóhan Nielsen formanni í felagnum, at fáa hendur á sonevnda SOR-bygninginum omanfyri flogvøllin, sum stavar frá bretum undir krígnum, og sum Landsverk nú nýtir til garasju.

 

Til móttøkuna vóru møtt umleið 30 fólk. Sigast skal, at við undantaki av Vágaportalinum, so glimraðu fjølmiðlarnir við sínari fráveru, tá hugsa verður um, at talan er um eitt nýtt landsdekkandi savn, um tað so er statt í útjaðaranum.

 

Karl Jóhan Nielsen formaður fyri nevndina í Krígssavninum byrjaði løtuna við at greiða eitt sindur frá um felagið, um arbeiði higartil og um framtíðarætlaninar. Hann takkaði m.a. kommununum í Vágum fyri teirra stuðul og vælvilja. Og í smb. við búmerkjakappingina, takkaði hann Atlantic Airways fyri at hava latið vinningarnar.

 

Karl Jóhan segði, at miðskeiðis í desember 2008 varð útskriva kapping at gera Krígsavninum búmerki, har freiðstin at lata inn tilfar var hálvur januar. Ein dómsnevnd varð sett at velja millum innkomnu uppskotini, í dómsnevndini sótu Astrid Mouritsen, Regin Davidsen og Herálvur Jacobsen. Inn komu 22 uppskot og skuldi dómsnevndin velja nr. 1 og nr. 2.

 

Sum nr. 2 valdu tey uppskot hjá Rógva á Lakjuni úr Fuglafirði og sum nr. 1 og til vinnara, uppskot frá Suffíu við Stein, sum eisini er úr Fuglafirði.

 

Suffía við Stein og Rógvi á Lakjuni vóru bæði til staðar og fingu handa hvør sítt blómutyssi og ferðaseðil frá Atlantic Airways á rutuneti teirra.

 

Suffía greiddi eitt sindur frá hvat búmerkið ímyndar, m.a. at svarta sluppin við Merkinum á bógvinum ímyndar føroyingin og hessa døkku tíð, meðnan gráa flogfari sum sæst omanfyri, ímyndar sníkjandi vandan, ið var allastaðni hesa tíð. Eitt sera snotuligt og sigandi merki má sigast og tað sýntist tað eisini at øll vóru samd um.

 

SJ 13-02-2009

 

Aftur

 

Dagført

15-04-2010