KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Nevndin sær SOR-bygningin

22-10-2008

 

Við tað at fyrsti aðalfundur felagsins avgjørdi, at eitt av aðalmálum felagsins má vera, at fáa fatur á søguliga SOR-bygninginum omanfyri flogvøllin til krígssavn, var nevndin hin 22. oktober 2008 og hugdi at bygninginum, við loyvi frá eigaranum, ið er Landsverk.

Nevndin hevði tá longu, eftir at hon var sett 3 mánaðir undan hesum, íðin arbeitt við teimum grundleggjandi málunum fyri savnið, so sum at evna til eina lóg fyri savnið og við fundarvirksemi við lands- og lokalpolitikarar og ymsar almennar stovnar, millum annað fyri at fáa SOR bygningin til savn. Tí vóru vit hendan dagin og sóu bygningin, sum síðan uml. 1980 hevur verið nýttur sum garaga hjá Landsverk.

 

SOR-bygningurin uttan nú á døgum. Garaguhurðar vóru ikki í upprunaliga, meðan t.d. upprunalig hurðaop móti vegnum eru ístoypt.

Tornið, sum sæst í bakgrundini, hevur Lions Club í Vágum sett í uppruna stand. Og sýnir hetta hvussu prýðiligir slíkir bygningar kunnu verða, tá rætt er atborið.

Stóra yvirlitskortið yvir Norðuratlantshavið inni í plottararúminum er sera illa fari.

Plottararúmið sjálvt er annars tað fragast varðveitta í bygninginum, sjálvt um nógv er umbygt har eisini.

Tó at nógvar broytingar eru gjørdar, var semja kortini um, at ikki er ómøguligt, at fáa sett bygningin í søguligan uppruna stand aftur.

F.v. konferensurúmið aftast í bygninginum er illa farið. T.d. eru trappur og serstakur pallur við sera vøkrum betong pulti, brotin burtur.

 

S.J.

 

Aftur

 

Dagført

15-04-2010