KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Stovnandi fundur

 

Hin 23. juli 2008 var fundur á Kunningarstovuni í Miðvági har 43 fólk vóru møtt.

Dánjal Poulsen, Tórshavn, varð settur fundarleiðari.

Mina Reinert greiddi frá ymsum undir krígnum út frá kanning hon er í ferð við at gera og skrivað út frá.

Lars Larsen segði eisini frá ymsum um bretsku hersetingina av Føroyum og serliga Vágum. Sera áhugavert hjá báðum.

Eftir tað var kaffisteðgur í hálvan tíma og varð fundurin síðan upptikin aftur og val av nevnd.

Rósa Samuelsen varð sett at telja atkvøðurnar og staðfesti, hvørji vórðu vald.

Eftir at hetta varð gjørt var fundurin lokin og boða varð frá, at nývalda nevndin kom saman eftir fundin at skipa seg. Hetta varð so gjørt.

 

Grein í Vágaportalinum sama kvøld:

5 manna nevnd vald í felagið "Krígssavnið" 23/07/2008 kl. 23:10

Fundurin er júst liðugur, sum hevur verið á Vága Kunningarstovu og sum byrjaði klokkan 19 í kvøld.

Tað vóru fleiri í uppskoti at koma í nevndina og tey sum vald vórðu eru:
Karl Jóhan Nielsen, Sonni Jacobsen, Marna Jacobsen, Johannes D. Hansen og Poul Arni Jacobsen.
Tiltakslimir eru Tróndur Niclasen og Dánjal Poulsen.
Skrivari í nevndini verður Ingerð á Rógvi Olsen, leiðari á Vága Kunningarstovu.

Nevndin hevur longu havt fund og hevur skipað seg við Karl Jóhan Nielsen sum formanni, Marnu Jacobsen sum næstformanni og Sonna Jacobsen sum kassameistari.

Nevndin hevur eisini samtykt at navn felagsins verður "Krígssavnið".

Karl Jóhan Nielsen, sigur við Vágaportalin, at tað fyrsta sum nevndin nú fer undir at gera er at fáa eina reglugerð orðaða og hevur nevndin longu sett komandi fund at verða 4. august.

- Nevndin fer eisini at leggja til rættis nýggjan aðalfund, sum skal samtykkja reglugerðina, men tað mest áhugaverda og eisini mest týðandi er at arbeiða fyri at fáa Grøna húsið, sigur nývaldi formaðurin í felagnum Krígssavnið, Karl Jóhan Nielsen.

Nevndin samtykti eisini at limagjaldið verður 100 krónur fyri einstaklingar og 500 krónur fyri virkir og stovnar.

Gott 40 fólk vóru á fundi.

 

 

Aftur

 

Dagført

16-04-2010