KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Lógin samtykt

 

Eykaaðalfundur var hin 1. september 2008, kl. 19, í hølunum hjá Vága kunningarstovu.

Poul Arni Jacobsen varð settur fundarleiðari.

Formaðurin, Karl Jóhan, greiddi frá arbeiði okkara higartil og síðan segði hann sera væl og livandi frá um bretskt Catalina flogfar, sum datt niður á Sneisini á Viðoynni undir krígnum, har 9 bretskir flogmenn lótu lív og hann vísti myndir eisini. Har kom nógv fram ein ikki hevði hoyrt fyrr.

Marna gjøgnumgekk lógina og hon varð samtykt við smærri broytingum frá limunum.

Eini 60 fólk vóru møtt upp.

Ingerð á Rógvi Olsen, leiðari á Vága Kunningarstovu, vísti m.a. á, hvussu neyðugt tað er hjá felagnum, skjótast gjørligt, at fáa hendur á Grøna húsinum til savn.

Ymsir spurningar vóru frá áhoyrarunum. Upp á fyrispurning greiddi kassameistarin m.a. frá um skráseting av felagnum hjá myndugleikunum o.a.

Her standa Páll Rólant Poulsen og Karl Jóhan við propelli av Catalina flogfarinum, sum datt niður í Noðroyggjum undur krígnum og sum Karl Jóhan hevði greitt frá um á fundinum.

 

S.J.

 

Aftur

 

Dagført

17-04-2010