KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Færøernes Kommando handa Krígssavninum minu

 

12. mai 2009 kom vaktarskipið Knud Rasmussen til Føroya við einari minu frá seinna heimsbardaga. Minan eitur “MK XIV” men verður vanliga rópt “ensk mina við 11 sýruhornum”.  Hetta er tað slagið av minum, ið vóru mest vanligar um okkara leiðir undir krígnum.

 

Minuna hevur Færøernes Kommando fingið setta í stand niðri í Danmark, so minan er í góðum standi. Ætlanin var, at skipið skuldi koma á Miðvág við minuni í gjár, men ætlanin varð broytt so í staðin varð minan sett upp í Vestmanna og so koyrd í Vágar á savnið í dag við lastbili hjá støðini í Mjørkadali.

 

Færøernes Kommandi hevði gjørt eitt sindur burtur úr, tí teir høvdu sent ein myndamann við at taka nakrar myndir til teirra sjálvs sum minni.

 

Vegna Færøernes Kommando handaði William G. Jensen, senior sersjantur, Krígssavninum minuna við viðfylgjandi skjølum. Og vegna savnið takkar Karl Jóhan Nielsen fyri gávuna.

Savnið fekk eisini fleiri aðrar áhugaverdar lutir, sum eru funnir í Føroyum og stava frá krígnum. So sum vel av morter granatum og eini fimm granat høvd og nakað av innmati av minu fiska upp undir Føroyum.

 

Sonni Jacobsen, Julian Mikkelsen, Karl Jóhan Nielsen og Jóhannes Hansen. Dánjal Poulsen var eisini til staðar men er ikki komin á mynd.

 

 

Flúgvaraboya

Julian Mikkelsen var júst hendan dagin í ferð við at mynja og mála  eina flúgvaraboyu frá seinna heimsbardaga fyri savnið. Flogfør ið lendu á Vatninum nýttu slíkar boyur at ankra upp at.

Boyan var fyri kortum tikin upp av botni nakað út fyri Vatnsoyrum, har hon hevði ligið á botni í fleiri ár. Tí var hon nakað tærd.

Um sumrarnar standa nú bæði minan og flúgvaraboyan uttanfyri savnið í Miðvági.

 

S.J.

 

Aftur

 

Dagført

18-04-2010