KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Innlendismálaráharrin vitjar

 

Annika Olsen landsstýriskvinna og Kaj Johannesen fulltrúi frá Innlendismálaráðnum vóru hósdagin hin 27. august 2009 og vitjaðu Krígssavnið. Talan var um eina kunnandi vitjan, har landsstýriskvinnan slapp at síggja eitt lítið úrval úr mongu krígsminnunum í Vágum; nevniliga tornið og sonevnda SOR-bygningin omanfyri flogvøllin og so eisini sjálvt Krígssavnið í Miðvági. Greitt varð eisini frá um savnið og um ætlanirnar við savninum.

 

Kaj Johannesen, Annika Olsen og Karl Jóhan Nielsen uppi á takinum á gamla torninum hjá bretum. Tað er Lions Club í Vágum, sum hevur sett tornið í stand.

 

Inni í grøna húsið, undir krígnum róptur Sector Observation Room, stytt SOR. Bygningurin var høvuðsstøð hjá bretska hervaldinum í Norðuratlantshavi undir krígnum. Her vórðu allir upplýsingar um skipaferðslu og loftferðslu í økinum savnaðir.

 

Bygningurin hevur síðan 1980 verið nýttur sum sonevnt landsfjós og er bygningurin tí nógv slitin av brúki og partvísum umbyggingum. Tað er henda bygning Krígssavnið fegin vil sleppa at seta í stand og nýta sum krígssavn. Nú slapp landsstýriskvinnan so at síggja bygningin og greitt varð frá tí, bygningurin varð nýttur til undir krígnum og hvussu bygningurin sá út tá.

 

Krígssavnið hevur fingið Big Lorry lastbilin, sum Sandavágs kommuna í síni tíð borgaði fyri at setta í stand. Tá farið varð yvir á savnið frá grøna húsinum, slapp landsstýriskvinnan  ein túr yvir um Vatn við lastbilinum.

Bilurin stendur vanliga inni í bygningi hjá Miðvágs Slókkilið og tað er Dagfinn Petersen frá slókkiliðinum, sum koyrir.

 

Bretsku bilarnir høvdu rættið á høgru síðu. Nevnast kann, at tað vóru eini 300 bretskir bilar í Vágum, meðan føroysku bilarnir bert vóru eini 10. Sum einasta stað í landinum varð tí ásett vinstrakoyring í Vágum undir krígnum.

 

Her er lastbilurin komin í øllum góðum til Miðvágs. Tað tekur eina løtu at koyra, hesir bilarnir koyra ikki so skjótt, hægsta ferðin er 40 km./t.

 

Inni á savninum. Nærmast: Poul Arni Jacobsen, Jóhannus Hansen, Karl Jóhan Nielsen. Longur frá: Dánjal Poulsen, Anikka Olsen landsstýriskvinna, Marna Jakobsen, Kaj Johannesen fulltrúi og Anna Sofía Nordendal, Vága Kunningarstova. - Sonni tekur myndir.

Víst varð runt inni á savninum og høvið var eisini til eitt hugnaligt prát við einum kaffimunni og onkrum afturvið.

 

Her takkar Karl Jóhan Nielsen formaður fyri vitjanina og Annika Olsen takkaði somuleiðis fyri rundvísingina.

 

S.J.

 

Aftur

 

Dagført

19-04-2010