KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Aðalfundur í Krígssavninum

 

Ársaðalfundur var í Krígssavninum hóskvøldið 29. apríl 2010 kl. 20.00.

Umleið 25 limir vóru møttir upp til fundin. Poul Arni Jacobsen varð settur fundarstjóri.

Poul Arni, Marna og Karl Jóhan

Karl Jóhan, formaður, legði fram formansfrágreiðing um hvat í høvuðsheitun er farið fram hetta seinasta árið.

Nevndin hevði tingast við lokalmyndugleikar og landsmyndugleikar í strembanini eftir, at fáa sonevnda SOR-bygningin omanfyri flogvøllin til savn. Har eru glottar fyri framman.

Nevnt varð m.a. at Sørvágs kommuna, sum stuðul til savnið, hevur lovað, at útvega Landsverk grundstykki á nýggja ídnaðarøkinum hjá kommununi ókeypis í ávíst langt áramál afturfyri at Krígssavnið fær SOR-bygningin til brúks.

Innlendismálaráðharrin hevur verið og vitja savnið í farna árið, og formaðurin hevði nýliga tosa við hana aftur og hevur hon lova savninum, at arbeitt verður álvarsliga við at loysa málið um SOR-bygningin.

Hetta árið er stóra arbeiðið gjørt við at seta savnshølini í Miðvági í stand og hevur hetta kraft nógva orku.

Fingist hevur eisini verið við at savna inn lutir og nógv er innkomið. Nevnast kunnu lutir av niðurdotnum flogførum í Føroyum undir krígnum, ein mina, ein flúgvaraboya og nógvir aðrir sera forkunnugir lutir.

Eftir formansfrágreiðingina varð ein stuttur kaffisteðgur.

Kassameistarin legði so fram grannskoðaða roknskapin og greinaði ymiskt út. Samlaðu inntøkurnar í árinum vóru 257.048,67 meðan útreiðslurnar hava verið kr. 224.979,25, sostatt var eitt avlop við ársenda 2009 á kr. 32.069,42.

Aðalfundurin góðkendi roknskapin.

Tríggir nevndarlimir, J.D. Hansen, K.J. Nielsen og P.A. Jacobsen, stóðu fyri vali og tveir eykanevndarlimir. Nevndarlimirnir og ein eykanevndarlimur, D. Poulsen, vórðu einmælt afturvaldir. Ein eykanevndarlimur restaði í og varð Jógvan Olsen úr Sandavági valdur sum nýggjur eykanevndarlimur og Torfinn Jacobsen varð afturvaldur sum grannskoðari.

Frá byrjanini av hava eykanevndarlimirnir eisini verið virknir í nevndararbeiðinum og í arbeiðinum við savninum annars.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum og uttan broytingar.

 

sj

 

Aftur

 

Dagført

30-04-2010