KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Heilsan frá Mentamálaráðnum

Grein av heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum,
dagfest hin 4. mai 2009,  eftir  Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum. Í smb. við at Krígssavnið hevði latið upp tveir dagar áðrenn, hin 2. mai 2009.

 

Til lukku við Krígssavninum

Sum landsstýriskvinna í mentamálum vil eg fegin ynskja Vága fólki og Føroya Fólki hjartaliga til lukku við tí nýggja krígssavninum. Tað er av stórum týdningi fyri okkum sum fólk og fyri okkara mentan og søguliga tilvit, at tað eru fólk, sum stigtakararnir til Krígssavnið, ið brenna fyri at sýna fram Føroya Søgu í øllum sínum ymsu brigdum.

Og krígstíðin var av sonnum eitt sjáldsamt tíðarskeið í Føroya Søgu. Føroyar vóru hersettar av bretum, og sum ein og hvør tjóð eigur at gera, so mótmælti Føroyar hesari herseting. Hin vegin vóru bretar, sum vera man, ikki óvælkomnir í Føroyum.

Nógv søga og nógvur mentanararvur hevur sín uppruna í hesum tíðarskeiði, og vesturi í Vágum búleikaðust so nógvir hermenn, at tað sjálvandi eisini setti sín dám á gerandisdagin og tey sambond, ið verða knýtt millum manna.

Kríggið setti síni djúpu spor í Føroyum, bæði tá hugsað verður um tey, ið fórust undir krígnum og familjur teirra, men eisini tá hugsað verður um mál, mentan og siðaarv. Hvussu var tað at liva í Føroyum undir krígnum? Hvussu var tað at vera barn undir krígnum, og hvussu var tað at vera ein ung kvinna ella ein ungur maður? Hvat var av virksemi í landinum og hvørja ávirkan hevði kríggið á livikorini hjá fólki sum heild? Hesar og mangar aðrar spurningar kann almenningurin nú fáa svar upp á við at vitja Krígssavnið.

Til tess at varðveita so nógva søgu sum møguligt frá hesum tíðarskeiði havi eg sum landsstýriskvinna í mentamálum gjørt av, at krígsminni frá seinna heimsbardga eru friðað, jarðfest fornminni. Hetta hóast verndarvirkini frá seinna heimsbardaga eru yngri enn 100 ár.

Eg fegnist um, at tað nú ber til at kunna seg neyvari um hetta tíðarskeið. Eisini skúlaverkið eigur at gagnnýta ein tílíkan møguleika.

Eg fari at ynskja tykkum góða eydnu við Krígssavninum. Tíverri bar ikki til hjá mær at vera við til sjálvt hátíðarhaldið. Men Mentamálaráðið var væl umboðað, tí vit virðismeta høgt tað arbeiði, ið stigtakararnir til Krígssavnið gera.

Í løtuni verður arbeitt við at at fáa virksemið hjá savninum góðkent, soleiðis at landið kann stuðla virkseminum. Eg vóni og rokni við, at vit røkka hesum máli heilt skjótt.

 

Aftur

 

 

Dagført

03-05-2010