KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Drotningavitjanin í myndum

Uttanfyri savnið

28.06.2010.
Uttanfyri savnið tók Albert Ellefsen bygdaráðsformaður fyri Vága kommunu ímóti drotningini og prinsinum og helt eina stutta røðu og tey kongaligu heilsaðu upp á bygdaráðs- limirnar. Drotningin fekk eisini handa blómur og fekk eina "Mikkjalsbók" til gávus. Síðan sang Vágakórið ein vakran sang. Karl Jóhan Nielsen nevndarformaður í Krígssavninum heilsaði so upp á drotningahjúnini og vísti teimum nakrar av størru lutunum hjá savninum, ið standa uttanfyri. Fitt av fólki, ikki minst børn, vóru komið at síggja drotningina og prinsin.

 

 

Myndir: Kristian Tavsen

Tekstur: Sonni

 

Aftur

 

Dagført

01-07-2010