KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Fyrsta  blaðið av “The Pioneer” kom út í Føroyum

 

Pioneer hermenn í Vágum undir krígnum

 

Bretski landherurin er bygdur upp av nógvum serdeildum. Ein av serdeildunum hjá landherinum var, The Royal Pioneers. The Pioneers vóru arbeiðsmenninir í herinum. Uppgávan hjá The Pioneers  var jørð og betong arbeiði, grava rennur, fylla sandsekkir, levera manuella arbeiðskraft til at byggja vegir, brýr, bygningar, havnir, flogvallir, skansar og annað mangt. (Fyri tí meira tekniska arbeiðinum stóð The Royal Engineers.)

Deildin av Royal Pioneers, sum var í Føroyum var “30 Group Pioneer Corps”. Teir flestu av teimum komu til Føroya í 1941 og tíðliga í 1942 í smb. við at flogvøllur skuldi byggjast í Føroyum. Teir høvdu annars arbeiðir runt alt landið av ymsum slag. Talið av Pioneers hevur helst ligið um 5-6000 menn (leyslig meting), sum vóru í Føroyum, tá teir vóru mestir árini 1942-43.

Í mai 1943 fara “30 Group Pioneer Corps” í Føroyum undir at geva eitt blað út ætlað til allar Pioneers deildirnar í bretska herinum, og kom hetta blaðið út so leingi The Pioneers vóru í bretska herinum, sum var upp til 1993 (smb. heimasíðu hjá The Royal Pioneer Corps). T.v.s. í 50 ár. Fyrsta blaðið er helst tó bert komið út í Føroyum og áhugavert er at síggja, at tað varð selt fyri danskan valuta, 50 oyru eintakið (“50 øre” stendur á blaðnum). Tað kom út í 4000 eintøkum og varð útselt beinanvegin, verður sagt á teirra heimasíðu.

Fyrstu 3 bløðini, mai, juni og august 1943, blaðstjørnaði J.E. Karney majorur og bløðini 4 – 22 frá desember 1943 til mars 1950 blaðstjørnaði J.E. Adamson oberstløjtnantur, sum undir krígnum hevði búðstað í prestagarðinum í Miðvági inni hjá prestahjúnunum saman við sínum adjudanti. Bløðini, sum komu út í Føroyum vóru annars bløðini nr. 1 til nr. 4 (desember 1943). Í 1944 kom blaðið ikki út, men byrjaði útgávan aftur úr Bretlandi í august 1945 og helt áfram uttan slit til summarið 1993. Í alt kom blaðið út í 180 útgávum.

 

Forsíðan á fyrsta blaðnum hevur eisini, í eygunum hjá útlendingum, eina sera føroyska mynd: Eitt tjaldur, ið situr á kúluni á einum svimjandi og smílandi grindahvali.

 

Forsíðan av fyrsta blaðnum

 

Úr fyrsta blaðnum

 

Fyrsta blaðið byrjar við einum forðorði, sum Adamson oberstløjtnantur hevur skrivað (hann var, sum nevnt, ikki blaðstóri tá). Hann nevnir m.a., at ofta verður komi við umberingum, tá nýtt blað kemur út, hann vil tó onga umbering koma við. Blaðið er útgivið av Pioneers og til Pioneers. Um onnur halda blaðið vera áhugavert vil tað kortini gleða teir. Hann vónar at blaðið ferð at vera til gleði fyri Pioneers kring allan heimin. (Viðmerkjast kann, at  her eru longu lunnarnir lagdir til, at blaðið er ætla øllum pionerkorpsinum, og ikki bert teimum í Føroyum.) Adamson heldur annars fram og vónar, at blaðið kann koma út so leingi, sum teir koma at støðast í Føroyum.

 

Fyrsta greinin í blaðnum er tíðargrein um bústaðarbarakkir. Tað eru serliga tvær ávísar løtur at minnast aftur á, sigur ónevndi greinskrivarin, løtan tá fari var úr UK og løtan, tá ein skal koma heim aftur. Millum hesar eru tó eisini nógvar minniligar løtur.

 

Mest minniliga løtan millum 28. mai og til september 1942 heldur hann vera, tá gøturnar í campinum vóru liðugt gjørdar. Gøtan til kantinuna var eftirkanna við serliga stórum nøgdsemi og vælvild og hon verður eisini áhaldandi roynd, serliga millum kl. 19.00 og 22.00.

 

(Helst hevur verið mangul upp á mangt og hvat fyrstu tíðina.) M.a. minnist høvundin eina hending hin 19. september 1942 kl. 17.30, tá 2 tunnur av øli vóru leveraðar til kantinuna. Tað stóð long kø uttanfyri har allir vóru tilreiðar at rinda við krónum (nevnir hann – so líkt er til, at teir hava nýtt krónur og oyru at gjalda við). Hann nevnir m.a. eisini eina hending í  oktober 1942 “on the lakeside road” (á Vatnavegnum) har ein Ford lastbilur fekk ein framaná frá einum Dennis lastbili. Teir vórðu koyrdir á “The Light Aid Depot” til reparasjón.

 

Hann nevndir eisini at annan hvønn sunnudag hava hermenn úr The Pioneers frí og skal hetta eitast at vera hvíludagur - hví hann er nevndur so heldur høvundin vera ivasamt, tí tá er ikki óvanligt at síggja Pioneers reika um á fjøllum og heyggjum og fram við áum at hyggja seg um.

 

Ein partur við skemtisøgum er (sjálvandi) eisini í blaðnum. Ein skotarasøga er nokkso góð. Tað er søga um eina kvinnu, sum skal hava blóðyvirføring. Ein skoti bjóðar seg fram at lata blóð. Fyri fyrsta pint’in av blóð rindar hon honum £ 10, tann næsta £ 5, men tá hon skal hava tann triðja pint’in hevur hon fingið so nógv skotskt blóð í seg, at tá vil hon ikki rinda meir, men takkar bert fyri.

 

 

Ítróttur millum The Pioneers

 

Næsta greinin er um ítrótt. Hendan greinin gevur gott innlit í hvat Pioneers gera í síni frítíð. Har byrjar greinskrivarin við at siga, at teir trúgva gamla orðatakinum, at bert arbeiði og einki spæl ger “Jack” til ein sløvan fýr “a dull boy”.

 

Tekning úr blaðnum: Nakrir yvirmenn hjá The Pioneers í Føroyum (helst í Vágum) í 1943.  (Adamson verður nevndur "The Old Man", vanlig merking fyri tann hægst ráðandi og  Knovlson "The Padre" - t.v.s. presturin hjá teimum).

 

Í august 1942 høvdu teir ein ítróttardag. Allir teir hægstu yvirmenninir og teirra fólk vóru tilstaðar og sivila yvirvøldin komu eisini saman við nógvum sivilfólki at hyggja at. Pioneer Corps megnaði at vinna á einum føroyskum fótbóltsliði, teir vóru kortini ovfarnir av, at føroyingarnir vóru rættuliga góðir til hetta spæl og teir síggja fram til at møta føroyingum aftur eina aðra ferð. Annars spæla teir nógv sínámillum millum Pioneer kompaníini og móti øðrum hernaðardeildum, verður sagt.

 

Skipa var eisini fyri renning millum bæði kvinnur og menn, sum runnu og lupu um vøllin kvik sum “gray hounds”, sum høvundin tekur til.

 

Greitt verður eisini frá, at teir spæla nógv dart og dundrið av “Bang. Bang. Bang,” er at hoyra um allar “Camparnar”. Teir meinigu hava kapping gangandi sínámillum og heryvirmenninir hava eina steypakapping gangandi sínámillum.

 

Eisini hava teir spælt hondbólt móti einum liði av “Faroese lassies” (vøkrum føroyskum damum). Hesaferð hava teir helst ikki vunnið, tí høvundin viðgongur: “Hetta er eitt spæl, sum krevur stóran dugnaskap og vit ætla at læra meir um hetta spæl, áðrenn vit royna at møta teimum aftur.”

 

 

Gjørdu leikur og hildu jól fyri børnunum

 

Sagt verður síðan frá, at á jólum (1942) hava nógvir av The Pioneers hjálpt nøkrum lokalum kvinnum við at skipa fyri jólatræ fyri børnum. Teir gjørdu leikur til børnini og tað mesta av matinum, verður sagt. Trý stór rúm vórðu pynta, fylt við leikum, góðum mati, orkestri, jonglørum, sangarum, artistum, jólatræ og børnum. Øll kompaníini sendu hjálparfólk og teir fingu brátt børnini at kenna seg heima, men teir skiltu ikki kravið frá børnunum um næsta og enntá triðja koppin av “kaka”, sigur høvundin – helst skemtandi. Jólamaðurin kom eisini og býtti jólagávurnar út og fekk helst tey lokalu børnini at halda, at hetta var tann rættuligi jólamaðurin “himself”. Børnini sungu og dansaðu til orkestrið nærum ikki orkaði at spæla meir. Teirra unga áhaldni sníkti seg enntá inn í hjartað á tí mest herdaða Pioneer-inum, sum var komin at hjálpa, so at hesir at enda eisini dansaðu og sungu eins ótroyttiligir og børnini. Okkara lítlu gestir gleddust um festina og tað sama gjørdu vit. Vit takka okkara Group Commander fyri at hava skipa so væl fyri, endar greinskrivarin.

 

 

Brot úr øðrum greinum

 

Eftir ítróttargreinina er ein grein, sum eitur “Harringay Notes”. Har verður m.a. nevnt, at teir nú í yvir eitt ár hava mestsum liva av dósamati so at magin nú næstan er blivin til jarn.  Hetta er helst eisini skemt, tí longur niðri verður sagt, at heilsan millum The Pioneers er heilt góð. Upplýst er eisini at teir N.C.O.’s (sum merkir undiroffiserar) og sum eru komnir afturat 30 Group P.C. hava allir klára seg sera væl. Greinin “Harringay Notes” hevur eisini strimbrandi orð sum: “Nógv er batna síðin vit komu á hesa oyggj (“this island” – meint verður helst við Vágoy) men einki er vunnið uttan stríð og vit fara at halda áfram á sama hátt og síggja fram í tíðina við ídni, áliti og vón.”

 

Næsta greinin er skrivað av G.F. Churchill sersjanti. Í byrjanini av greinini upplýsir hann, at tað kostar væl yvir £ 10.000 um ári at føða eitt kompaní av Pioneers. Hansara grein er annars rættuliga upplýsandi í aðrar mátar og stundum skemtingarsom. Hann sigur hermonnunum, sum kanska hava klaga um at teirra te ikki er søtt nokk og hava spurt, um sukurskipið er søkt? Nei, tað kom fram í øllum góðum, men teir skulu minnast til, at teir fáa tvífalt so nógv sukur, sum daman ella frúan og børnini heima, vegna arbeiði teirra og vegna klimaði teir eru undir, tí sukur er energi og brenni. Annars fáa tey har heima tað teimum tørvar, leggur sersjanturin kortini troystandi afturat.

 

Tekning úr blaðnum: Sørvágur og Sørvágsfjørður

 

Næsta íkastið í fyrsta Pioneer blaðnum er ein tekning av Sørvági og Sørvágsfirði sætt av Mýrunum (har flestu Pioneers búðu). Undir er ein yrking av W.T. Richards nevnd “In Faeroe Land” (Í Føroya landi). Yrkingin er, ikki uttan grund, um regn og byrjar við orðunum:

 

“Rains on the hills we see as we rise.

Rains on the hills hides the sun as it dies.
But through it all a glory will come.
A job to be done, a war to be won.”

 

Seinastu orðini í yrkingini snúgva seg kanska um Niðaraveg í Sørvági, sum bretar gjørdu í 1942 og harafturat tvær stórar brýr sama ár og til sama veg:

 

"When we say good-bye and sail away,
Leaving behind us the job complete,
Where once was mud, now a city street."

 

Árið 1943 var sera vátt ár. Petur Skeel Jacobsen nevnir m.a. í bók síni “Veður og tíðindi í Føroyum” at árini 1942 og 1944 vóru hampuliga turr ár, men 1943 var sera vátt ár og at tað regnaði í heilar 271 dagar hetta árið.

 

Á síðu 14 er skemtitekning av einum kanska heldur gírigum hermanni, sum er ov seinur til troppaskipið, sum ferð stimandi út eftir fjørðinum. Hann sigur við ein føroying við pípu í munnklovanum og ílatin føroyska húgvu, skipstroyggju og knæbuksir, og sum situr á einum kassa á keiini: “Hundans, eg skuldi ikki verið farin aftur eftir blikkinum við hasum bíligu sigarettunum.”

 

Í greinini “The Banner Brigade” verður m.a. nevnt nakað um boksingina, har boksararnir meinigi Martin, kapteinarnir Baird og Roach og meinigu Smith og Phillips eru nevndir. Hesir hava allir hildið uppi virðingini fyri sínum kompanígnum, verður sagt.

 

Greinin endar við einari “Ode” (t.e. hátíðarlig yrking) til Føroyar, yrkt av A.N. True kapteini, sum í síni virðing fyri Føroyum, kortini leingist og ynskir seg heima:

 

“Faroese pearls of the Atlantic.
In a setting so romantic,
Faroerne Isles of mist and mountains.
Rushing streams and endless fountains.

 

Faroerne, lovely as you are.
I’d rather see you from afar.
I think inside some cinema.”

 

 

Tilvildarligar hugsanir

 

Onnur grein í blaðnum er “Random Reflectoins”. Høvundin, Oggie, sigur, at nú hann hevur sett seg við penni og pappíri gerst hugur hansara bráddliga eins tómur og sinni á einum føroyskum seyði. Tó so arbeiða vit nátt og dag við eini verkætlan, sum vit allir skilja týdningin av og ikki uttan stoltleika (helst verður hugsa um flogvøllin, sum ikki má nevnast av trygdaráðum). Tó so heldur høvundin lívið her vera rættuliga einshátta í mun til stórbyarlívið heima, sum hann er vanur við. Her hava teir tí vanligu kantinurnar, hampuliga góðan biograf, men ikki eins góðan og glamorøsan sum í stórbýnum. Sjálvt um nógv undirhald er so sýnist tað altíð á einhvøn hátt fátækt, tá hugsa verður um tað, ein er farin frá. Høvundin heldur, at bretin hevur íborði eina trongd til undirhald av alskyns slag. At renna frá stað til stað fyri at síggja og uppliva eitt og annað, gjøgnum yvir upplýstar breiðar gøtur við skjøtt koyrandi bilum og hann vil drekka sína øl í ovurfyltari bar. Og tó vit grenja um prísirnar, vilja vit ikki vera hetta fyri uttan fyri alla verðina.

 

Sum vit eru staddir nú, sigur høvundin, eru vit fegnir at standa í kø í oysandi regninum og rinda eina hálvkrónu fyri at standa í enn ein og einhálvan tíma og hyggja at 22 monnum, sum sparka ein bólt runt í allari vatuni.  Vit grenja eisini um, at vit á hesum norðarligu oyggjum mugu ganga eina kvart míl gjøgnum eitt grumt men tó avgjørt vakurt lendi fyri at síggja eina fyrstafloks tónleikakonsert ella ein boksidyst.

 

Tekning úr blaðnum: Føroysk bygdamynd

 

Hetta er eitt hart land, og harðlekin stendur meislaður í andlitinum á fólkinum, eitt fitt og vinarligt fólk hóast teirra hørðu útsjónd. Tey kenna trupulleikan av at stríðast móti nátúrunar kreftum fyri at yvirliva. Tey kenna einki til at taka sær av løttum og slappa av undir einum eikitræ ein heitan summardag. Ella til dømis frísk jarðber við Devonshire cream. Tó so hevur hetta landi eisini sínar góðu løtur. Sólin, ið skýnur á kavakløddu fjøllini og fær tey at skína eins og tær skærastu perlur. Ein, tveir og enntá tríggir regbogar, ið ganga um fjørðin og sýnast at enda við eins egnu føtur. Litføgur sólsetur, sum far himmalin at lýsa í alskyns undurvøkrum litum. Ein kundi hildi á, sigur høvundin.

 

Royn og síggj hvussu menniskjuni her búleikast, teirra forfedrar hava tamt hetta land og hava megna at liva av tí. Legg til merkis teirra einfalda livihátt, teirra ærligu ætlanir, teirra gleði um tey einfaldu tingini í lívinum, eitt væl gjørt dagsarbeiði, teirra stoltleika um teirra heim, familju, føðina drigin úr dýpunum úr tí stormharða Atlantarhavinum, sáturnar á bønum og torvið.

 

Hevur tú lagt til merkis, at at einki politi er í oyggjunum? Hetta tí politiið verður hildið óneyðugt, tí ongin kriminalitetur er millum íbúgvarnar. Tá vit hugsa um alt hetta hava vit tað so í roynd og veru ikki gott her? Vit fáa okkara máltíðir, um tað so bert er “M. & V.” Ein fær klæði og enntá sigarettir og tá vit koma heim, kunnu vit hugsa um, at vit hava verið ein stormharðan vetur í Føroyum og gjørt tað, sum bæði týskarar, russarar og amerikumenn søgdu vera ógjørligt. Hetta gjørdu til fullnar teir øru hundarnir eingilskmenninir, sum fara út í seinnaparts sólina. “Mad Dogs of Englishmen who go out in the noonday sun”, endar “Oggie” bragdligur sína grein við at siga.

 

Í greinini “The Beachcombers Notes” verður greitt frá um eitt kompaní av Pioneers. Tá deildirnar fyri einum ári síðan komu til landið og til henda avbyrgda stein “Rock” so kunnu teir tó nú líta aftur og ásanna, at teir hava megna at gjørt sítt arbeiði til lítar. Kapping varð útskrivað av oberstinum um hvørt kompaní, ið fyrst var at fáa øll síni viðurskifti í rættlag við búseting o.a. Teirra kompaní vann og var vinningurin eitt hernaðarligt silvuhorn. Vit halda áfram við tí gamla flagginum veitrandi hátt úr stongunum, sigur ónevndi høvundin at greinini.

 

Fleiri aðrar áhugaverdar greinar eru at finna í blaðnum, m.a. “The Sand-Boys Notes” sum sipar til arbeiðið hjá The Pioneers m.a. at fylla sand í sekkir. Tekning er eisini við av einum slíkum sandsekki. Har verður nevnt um teirra arbeiði at gera barakkirnar og t.d. at teir tað fyrstu tíðina teir vóru í landinum búleikaðust í fiskapakkhúsum og teir minna á, at teir vóru fortroppurin í herdeildini (the Garrison) í Føroyum.

 

Alt í alt eitt sera forvitnisligt og upplýsandi blað. Restin av innihaldinum verður alt ov drúgt at koma inn á her. Haldi eg tó havi funnið tey mest áhugaverdu brotini fram fyri okkum føroyingar at lesa um tað The Pioneers fingst við og hugsaðu um, meðan teir vóru staddir í Føroyum í mai mánaði 1943.

 

Sonni Jacobsen

 

Aftur

 

 

Dagført

01.08.2010

Lítil rætting í innganginum
13.08.2010.