KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Stella Maria rekur á land uttanfyri Fleetwood

 

Undir seinna heimsbardaga fórust nógv føroysk skip á ymsan hátt. Summi vóru bumba, summi torpedera, okkurt rendi á minu og okkurt rak á land og onnur fórust á anna hátt. Eitt teirra, ið rak á land var føroyska skonnartin “Stella Maria”.

Føroyska síðan av søguni hevur leingi verið kend og er m.a. endurgivin í bókarøðini Stríðsárini hjá Niels Juul Arge. Seinni er annað komi fram úr bretskum keldum um hesa somu hending. Ósamsvarð er ikki millum frágreiðingarnar, men nýggju bretsku upplýsingarnar lýsa greiðari vandamiklu støðuna bæði manningin á Stellu Mariu og bjargingarmenn teirra vóru í.

Eingin kundi ivast í hvaðan Stella Maria var frá. “Faroes – Føroyar” stóð við stórum stavum á síðuni. Hetta var merking øll føroysk skip bóru undir krígnum.

Stella Maria var bygd í Paimpol í Frankaríki í 1911. Hon máldi 275 BRT, hevði 135 HK motor og var skrásett sum seglskip við hjálparmotori.

Manningin á Stellu Mariu hendan túrin var, skipari Henning Joensen, Vestmanna, bestimaður Clement Poulsen, Skúvoy, motorpassari Elias Olsen, Gøtugjógv, kokkur Martin Gaasedal (Gásadals Martin), Sørvági, smyrjari Joen Andreasen, Saksun, og dekkarar Carl Thomsen, Kollafirði, Oliver M. Jakobsen, Vestmanna og Christian Jacobsen, Leynum.

Mynd tikin av Stellu Mariu stutt eftir skipbrotið. Hon var brotnað av um miðjuna og var vrak.

Frágreiðingin hjá Henning Joensen skipara

Hin 22. august 1941 var  sjófrágreiðing í sjórættinum í Havn. Í frágreiðing sínari sigur Henning Jacobsen, skipari sína síðu av søguni um hvussu hendingin fór fram.

Stella Maria fór av Siglufirði í Íslandi hin 28. juli 1941 til Fleetwood við ísaðum fiski. Ferðin gekst væl, og tann 4. august klokkan 18.30 komu vit til Luna Deep, har eftirlitsskipið gav boð um at ankra við Wyre vita.

Ankrað varð klokkan 18.45 á 16 favna dýpi við bakborðsakkeri við umleið 40 favna ketu.

Klokkan 21.00 kom loðsurin umborð og skuldi taka skipið inn í havnina, men deksmotorurin vildi ikki virka, og akkerið fekst ikki upp, heldur ikki við akkersspælinum. Klokkan 22.00 kom eftirlitsskipið eftir loðsinum og segði, at hann kom aftur eftir skipinum morgunin eftir klokkan 07.00.

Deksmotorurin kom aftur í rættlag um náttina, og riggað varð til at taka ímóti loðsinum. Nú fór hann at vaksa vindin, og 65 favnar av ketu vórðu stungnir útaftur, og motorurin gekk fram við spakuligari ferð, seinni við fullari ferð. Klokkan 06.30 tann 5. august brast bakborðsketa. Hann var nú útnyrðingur vestan megi 5 og sig í sjónum. Stýriborðs akker varð nú kastað, og 90 favnar av ketu stungnir út.

Hann vaks vindin, og eingin loðsur kom. Klokkan 09.30 var vindmegin umleið níggju. Tá brast eisini stýriborðs keta. Neyðarkall varð sent, og eftirlitsskipið “Delfin II”, ið lá stutt frá, kom til hjálpar. Umleið eitt korter seinni hevði Delfin II fingið ein enda umborð á Stellu Mariu og fór undir at sleipa okkum úteftir.

Eftirlitsskipið signaliseraði í land, og um ein tíma kom ein sleipibátur, sum tosaði við eftirlitsskipið, men ikki við Stellu Mariu. Sleipibáturin sigldi uppá síðuna av Stellu Mariu í umleið ein tíma, men setti ongan enda umborð.

Í bretsku frágreiðingini stendur, at skipið var heimahoyrandi í Tórshavn og er hetta eisini rætt, tó at “Klaksvík” stóð á hekkuni og “KG” á síðuni. Grundin er einfalt tann, at P/f Skipafelagið Føroyar, Tórshavn, hevði nýliga keypt skipið frá Jens C. Isaksen í Klaksvík. Tíð ella umstøður hava helst ikki verið at merkt skipið av nýggjum.

Av tí at vit óttaðist fyri, at endin millum Stellu Mariu og eftirlitsskipið fór at slitna, settu vit ein veir inn á eftirlitsskipið. Men áðrenn hann var gjørdur rættiliga fastur, brast sleipitrossin, og eftirlitsskipið slepti veirinum. Stella Maria var nú nær við sandrivið, og sleipibáturin setti nú ein tjúkkan enda umborð til okkara og fór at sleipa, men fimm minuttir eftir slitnaði endin. Tað eydnaðist ikki at fáa enda fastan aftur, og eitt korter seinni rak Stella Maria á sandrivið. Klokkan var tá 13.00.

Brotini løgdu yvir skipið og mannskapið noyddist tí at fara upp í riggningin og vit stóðu har til ein bjargingarbátur kom og bjargaði okkum inn til Fleetwood klokkan 14.00.

Skipið fór beinanvegin at leka illa, og longu dagin eftir segði eitt bjargingarfelag, at hvørki skip ella farmur kundi bjargast.

 

Djørv og vandamikil bjarging

Í bókini “Lancashire Sea Stories” sigur Catherine Rothwell, at undir seinna heimsbardaga, hin 5. august 1941, var ein sera djørv bjarging framd uttanfyri Fleetwood.

Kl. 13.50 fór bjargingarbáturin “Ann Letitia Russell” “Stellu Mariu” úr Tórshavn til hjálpar, sum var í trupulleikum og hevði rikið á ein sandbanka. Fermd við fiski var Stella Maria á veg inn til Fleetwood at selja. Undir krígnum var Fleetwood høvusðfiskivinnubýrurin hjá bretum, hetta tí Hull og Grimsby báðir vóru stongdir fyri skipaferðslu.

Fyrrverandi motorpassarin Richard (Dick) Wright minnist, at undir krígnum hevði offiserurin hjá admiralitetinum skrivstovu sína í North Easton Hotel í Fleetwood. Wyre kanalin var minuløgd og kaðal lá út til minurnar, so tær kundu umsitast úr landi. Dick minnist, at ein sleipibátur var byrjaður at sleipa skonnartina, men endin slitnaði. Tað var sera nógvur vindur og ringt í sjónum. Vit bíðaðu í neystinum til admiralitetið segði okkum, at vit skuldu fara skonnartini til hjálpar.

Tá vit so fingu boðini vistu vit, at hvør minuttur taldi og vit sigldu við fullari ferð út til strandaða skipið. Sjógvurin gekk so harður yvir bjargingarbátin hjá okkum, at manning var fleri ferð í vanda fyri at verða skolað í havið. Vit vóru bert 6 mans hendan túrin í staðin fyri 8, sum vanligt var.

Wyre viti stendur á sandinum, stutt frá har vrakið av Stellu Mariu liggur.

Tá vit komu út til skonnartina var hon stranda og stórar bylgjur floymdu yvir hana. Støðan hjá teimum 8 monnunum umborð á skonnartini var sera hættislig og vit høvdu ikki stundir at kasta akker og lata okkum varisliga reka niður á skonnartina, sum vit undir líknandi umstøðum annars vildu havt gjørt. Vit sigldu tí beina leið móti Stellu Mariu og løgdu at síðuni á henni. So ilt var í sjónum, at tað konstant breyt yvir bátin so báturin lá allur undir í sjógvi.

Bráddliga brast ein ógvuslig alda ímóti bjargingar­bátinum, so báturin snaraði runt og stevnið brast ímóti skonnartini. Síðuróðrið hjá okkum boygdist upp frá so langt sum tað slapp og setti seg fast. Jeffrey Wright, stýrimaður, fekk við nógvum baksi bátin aftur inn móti síðuni á skonnartini. Samstundis baksaði motorpassari okkara, Sydney Hill, við kontrollpultin til maskinuna, hann stóð fleiri ferð upp til hálsin í sjógvi. Vit megnaðu at halda bátinum at síðuni á skonnartini júst so lengi, at teir 8 menninir umborð kláraðu at leypa av skonnartini niður á dekkið á bjargingarbátinum, sum hoppaði og holvdist til allar síður. Tá menninir vóru komnir umborð varð siglt beina leið út á djypri vatn.

Tað gekk strilti og seint at sigla skadda bjargingarbátin inn til lands, men vit komu tó í øllum góðum at bryggju inni í Fleetwood.

Fyri sera góðan sjómansskap og stórt dirvi fekk Jeffrey Wright, stýrimaður, silvur heiðursmerkið RNLI. Og fyri at hava passa maskinuna undir óvanliga ringum umstøðum fekk Sydney Hill, motorpassari, somuleiðis silvur heiðursmerkið RNLI. Á heiðursmerkjunum teirra stóð skrivað “Let not the deep swallow them up”.

Kortið sýnir hvar vrakið av Stellu Mariu liggur, stutt frá Wyre vita, sum stendur á sandi og stendur turrur, tá fjøra er. Tað er umleið hálv onnur míl inn til Fleetwood.

Hinir menninir á bjargingarbátinum, næstimaður Coxwain James Ledbetter, annar motorpassari Richard Wright og dekkararnir W. Houston og D. Wright fingu heiðursmerkið “the Institution’s Thanks on Vellum”.

Hóast tað verður frárátt gera fólk stundum túr út til vrakið av Stellu Mariu.

 

Vrakið sjónligt í mong ár eftir hendingina

Nógv ár eftir hesa hending lá vrakið av Stellu Mariu á sandbankanum, sum liggur soleiðis, at tað á fjøru er gongt út til vrakið, tó at tað liggur hálva aðru míl úr landi. Fyrstu árini sóust tær tríggjar mastrarnar á skonnartini úr Fleetwood, seinni eru tær so brotnaðar av. Peter Mummery skrivar í grein, at hann minnist seg sum smádrong sita á havnarlagnum í Fleetwood og hyggja út yvir havið og eftir teimum trimum mastrunum á skonnartini Stella Maria. Nú er bert gjargrógvin partur av kjølinum og av motorinum við stóra svinghjólinum at síggja. Gjøgnum árini er ein hædd við grúsi og smásteinum løgd um vrakið.

Helst ein partur av akkerspælinum.

Tó at tað er gongt út til vrakið og fólk gera túrin, verður ávarða ímóti hesum, tí tá sjógvurin kemur inn aftur, kann ein lættliga vera um ein háls, tí so langt er inn til lands. Í áðurnevndu grein í blað “Life in Fleetwood” skrivar Peter Mummery, at hann og nakrir vinir hansara sum stórir smádreingir einaferð stutt eftir kríggið, fóru ein túr út til vrakið. Ein annar vinur hansara hevði sagt honum, at hann einaferð hevði verið har úti og hevði klatra umborð á vrakið og hevði funnið klædnapløgg og nakrar rustaðar knívar. Teir hildu hetta ljóða sera spennandi. Meðan Munnery og vinir hansara eru á veg út kemur sjógvurin brestandi inn aftur og teir kláraðu júst at bjarga sær inn á turt og máttu vaða seinasta strekkið.

Gløðihøvdsmotorurin við svinghjólið.

Motorur, aksil og partur av kjølinum á Stellu Mariu er millum fáu lutirnar, ið framvegis vóru sjónlig, tá hendan myndin varð tikin, helst einaferð í sjeytiárunum. Sum tað eisini sæst á myndini, liggur í hvussu er onnur akkersketan hjá vrakinum.

Tann yngsti og minsti teirra fór undur og ein av eldru dreingjunum bjargaði honum við at taka í hárið á honum og draga hann inn á turt. Tað gingu 30 ár til Mummery at enda var úti hjá vrakinum aftur, hetta var ein várdag í 1973, tá fór hann í góðari tíð, meðan sjógvurin framvegis rann út, so stundir vóru at sleppa turrskøddur inn aftur. Tá var nærum einki eftir av vrakinum.

 

Sonni Jacobsen

 

Keldur:

Lanchashire Sea Stories, Catherine Rothwell.

Shipwreck, Peter Mummery.

Lancashire Library – Wyre District.

Stríðsárini 3, Niels Juul Arge.

 

Tøkk til John Mouritsen í Sørvági, fyri at hava latið Krígssavninum bretskt skjalatilfar og bretskar myndir.

 

Aftur

 

Dagført

15-09-2010