KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Toftir av loftverjustøð við flogvøllin

 

Við útnirðings horn á flogvøllinum ligga toftirnar av eini loftverjustøð frá seinna heimsbardaga. Toftirnar av hesi støð fara nú undir heilt, tá flogvøllurin verður longdur móti Sørvági. Sýslumaðurin í Vágum var so vinarligur at bjóða einum limi í nevndini í Krígssavninum at koma við, tá Natúrfriðingarnevndin var og sá staðið. Økið liggur inni á økinum hjá flogvøllinum. Við var eisini Rudy Joensen í Sørvági, sum staðkendur maður.

Skitsa yvir økið, sum tað sá út hin  29. september 2010 (sj).

Skitsa yvir hugsaða útsjónd av staðnum í 1943 (sj).

1: Hús, helst toilett.
2: Hús.
3: Hús.
4: Hús við kamin og peis.
5: Hús.
6: Gøta.
7. Barakk.
8: Loftverjustøði.
9: Vatnsamlingarstað.
10. Stórt loftverjustøði.
11: Veirkanón.

 

Myndir frá 29. september 2010:

Leivdirnar av húsið 1 (sjá tekning)

Leivdirnar av húsið 2

Leivdirnar av húsið 3 og baksíðan av kaminini.

Hús 4, umframt nakað av betongsteinum sløddum runt, stendur eftir ein kamin við vakrari peis.

Peisin er laða upp við føroyskum gróti.

Betonggøta og trin inn til barakkina (nr. 6 á tekningini). Strikurnar sýna hvussu gøtan gekk og hvar barakkin stóð.

Betonggøta, ovast sæst trappusteinurin til barakkina. Strikurnar sýna hvussu gøtan gekk og barakkina. Lítil brúgv er gjørd um eitt gil, sum hevur runnið har tá.

Á hesi fløtuni  (har strikurnar sýna) stóð barakkin. Eitt trapputrin var á hvørjum endanum, her hómast sunnara trappurtrinið. Betonggøtur og annað er næstan fari undir heilt av grasi.

Betongstuðlarnir undir barakkgólvinum (strikurnar sýna hvussu teira hava staðið í rekkjum). Teir vóru stoyptir við stórum jarnblikkum sum formum.

Rudy vísti okkum, at restir av onkrum av hesum blikkum sóust framvegis.

Lítil vatnsamling, veggurin dottin niður.

Holið, har vatnrørið hevur gingið ígjøgnum, sæst.

Her sær man omanyvir økið. So nógv er økið grasað til, at ilt er at síggja upp á avstand hvar ymsu bygningarnir hava staði.

Stóra verjustøði sunnanfyri bygningarnar. Staðkønir siga, at í mong ár eftir kríggið sóust sandsekkirnir framvegis. Hendan høvdin er nógv grønari enn økið rundanum annars og er tað helst sandurin, sum ger tað.

Á hesum plattinum stóð veirkanónin.
Limirnir í Natúrfriðingarnevndini : Sigurd Petersen, Bjarni Góðadal og John Kruse sýslumaður. Rudy Joensen (t.h.) greiðir frá.

Rudi Joensen segði,  at veirkanónirnar vórðu ikki settar upp fyrr enn í 1943. Ein onnur veirkanón stóð beint norðanfyri tornið frá bretum og ein við flúgvarabedingina, helst stóð onkur sunnanfirði flogvøllin eisini.

Hylkið til veirkanónina við flúgvarabedingina, sum sæst t.h. á myndini, stóð framvegis uppi nakað eftir kríggið.

Tað vóru Bofors loftverjukanónir bretar annars nýttu at verja flogvøllin og Sørvág, har fleiri túsund bretskir hermenn búðu í stórari hernaðarlegu omanfyri bygdina. Í Sørvági vóru fleiri loftvejustøðir, greiddi Rudy frá, ein úti á Stongum (har húsini hjá Andrias Mouritsen stóðu), ein í Geilini (har húsini hjá Frank Davidsen stóðu) og ein uppi á Kvíggj (seinni rópt á Kanónini eftir hesari kanón, har Müller búði). Rudy hevði fleiri ferð verið vitni til, at bretar vændu við kanónunum undir krígnum.

Onkur annar hevur seinni lagt afturat hesi frásøgn, at har asfaltvirkið hjá bretum var (har nú Sørvágs Bio stendur) var eisini ein kanón tað fyrstu tíðina av krígnum til asfaltvirkið varð bygt. Og uppi á Midagsvarða, tætt við har Jógvan Jákup Lauritsen nú hevur summarhús, stóð ein kanón alla tíðina bretar vóru her, tey húsini hoyrdu helst til tað kanónstøðina, hendan hevur í høvuðsheitum vart kamparnar uppi á Mýrum, so tað vóru nógvar kanónir kring um Sørvág og flogvøllin. Umframt at kanónir eisini vóru úti í Bø, sum vardu Sørvágsfjørð.

Bofors 40 mm loftverjukanónirnar, sum bretar m.a. brúktu undir krígnum vóru av svenskum uppruna. Umframt veirkanónir, vóru tað m.a. slíkar bretar nýttu at verja flogvøllin, oljutangarnar omanfyri keiina og stóru hernaðarleguna á Mýrum í Sørvági.

Mynd tikin 9. november 2010. Á myndini sæst, at teir so smátt eru byrjaðir at grava fyri víðkanini av flogvøllinum norðureftir. Har reyði pílurin vísur stóð loftverjustøðin. Økið í svarta fjórhyrninginum er vaksið upp niðanfyri:

Pílurin peikar á kaminina .

 

Sonni Jacobsen

 

Aftur

Dagført

06-11-2010

09-11-2010