KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið á fíggjarlóg landsins 2011

 

 

Undir fíggjarlógarviðgerðini hjá Føroya Løgtingi 2011 er Krígssavnið komið sum eitt nýtt rakstrarstað á fíggjarlógina, tað sama er Sjósavnið á Argjum.

Smb. fíggjarlógini fyri 2011 fær Krígssavnið 100 túsund krónur í stuðli frá landinum í 2011.

Um Krígssavnið verður sagt soleiðis í álitinum:
"Einstaklingar stovnaðu fyri nøkrum árum síðani Krígssavnið í Vágum. Savnið heldur til í Miðvági. Longu nú hevur tað við sjálvbodnari arbeiðsmegi borið til at fingið skipað eitt áhugavert savn, sum serliga lýsir viðurskiftini í Føroyum stríðsárini seinru. Í 2011 verður latin ein stuðulsjáttan á 100 túsund krónur."


sj

 

Aftur

 

Dagført

25-12-2010