KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið yvirtekur Tornið

 

Lions Club Vágar hevur staðið fyri at umvæla og hevur havt gamla tornið frá bretum í varðveitslu í fleiri ár. Nú Krígssavn er sett á stovn er avgerð tikin um, at lata tornið yvir til Krígssavnið. 

Á samkomu  hóskvøldið 13. januar 2011, har nevndin fyri Krígssavnið var saman við nevnd og limum fyri Lions Club Vágar, varð við lítlum hátíðarhaldið lykilin til gamla tornið handaður  Krígssavninum.

Andru Simonsen handar, vegna Lions Club Vágar, Karl Jóhan Nielsen, formanni í nevndini fyri Krígssavnið, lykilin til Tornið. Fróði Poulsen, forseti fyri Lions Club Vágar, stendur aftan.

Karl Jóhan takkaði í stuttari røðu fyri og nevndi m.a., at tað er Andru Simonsen, sum eigur størsta heiðurin fyri, at Tornið er bjargað og sett í so góðan stand, sum tað er.

Tað er einki 5 ára skeið í søguni hjá Føroyum, sum tíðin 1940-45, sum hevur ávirka okkara samfelag so nógv sum hesi ár. Tí er tað umráðandi, at vit fyri eftirtíðina varðveita tey fáu minni, sum enn eru eftir frá hesi tíð, segði Karl Jóhan og lovaði, at Tornið er komið í góðar hendur.

 

 

sj

 

aftur

 

Dagført

 

13. 01. 2011