KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Bretskur hermaður sendi soninum føroysk klæði

 

 Arthur John Garbutt (1915 – 1943)

Fyri kortum skrivaði Clifford J. Garbutt úr Onglandi til savnið og greiddi frá pápa sínum, Arthur John Garbutt (1915 – 1943), sum var í the Royal Artillery frá byrjan av 1939 og starvaðist fyrst í 537. Skotvirki (Battery) og seinni í 194. Skotvirki, sum bæði vóru í Føroyum árini 1940 - 1943.

Meðan Arthur John Garbutt var í Føroyum sendi hann soninum í Onglandi eini føroysk klæði, sum Clifford hin 1. juni 1946, 4 ár og 10 mánaðir gamal, var í til brúdleypið hjá einum av nærmastu næstringunum.

Arthur kom ikki at síggja sonin í føroysku klæðunum ella at síggja son og konu aftur í heila tikið, tí tá hann fór úr Føroyum varð hann sendur beinleiðis til Norðurafrika við tign sum loytnantur, har hann fall hin 19. oktober 1943.

Clifford John Garbutt, hin 1. juni 1946

Clifford er vísur í, at pápin búði hjá onkrum føroyskum húski, meðan hann var í Føroyum, tí hann minnist seg hava sæð bræv, har hesi fólk sendu sína samkenslu, eftir at pápin var deyður. Brævið er tíverri blivið burtur, sigur Clifford og veit hann tí ikki hvørji hesi fólkini vóru og hvaðan í Føroyum. Hann hevur roynt at spurt seg fyri hjá the Royal Artillery um teir vita, hvar pápin kann hava búð, meðan hann var í Føroyum, men long tíð er gingin síðan kríggið og hevur hetta ikki latið seg gera.

Clifford sigur, at hann hevur verið í samband við donsku ambasaduna í London í smb. við, at hann ynskir at lata føroysku klæðini til eitt gott endamál. Tey eru vorðin samd um, at klæðini skulu latast Krígssavninum í Føroyum.

Um onkur er, sum kennist við Arthur John Garbutt og veit hvar hann hevur hildið til meðan hann var í Føroyum, høvdu vit fegin vilja frætt. Um so er kunnu tit seta tykkum í samband við Krígssavnið: info@ww2.fo  ella ringja 221940.

- - -

Ískoyti:

Mynd er til av Arthur Garbutt, har hann koyrir á motorsúklu í Føroyum. Staðkend siga, at á myndini er hann staddur á Skálafjørðinum, so hildið verður, at hann hevur verið í starvi onkustaðni í Eysturoynni.

Telegramm er sent familjuni  í oktober 1943, og familjan hevur eisini fingið eina mynd av grøvini. Í telegramminum stendur:

Frú D.E. Garbutt, 10 Pute Road, Wallington, Surrey. Tað harmar okkum at bera tykkum tey boð vit hava fingið úr Norður Afrika, at A.J. Garbutt, loytnantur, Royal Artillery, doyði hin 19. oktober 1943. Bræv fylgir um stutta tíð. Secretary of State for War.

Grøvin hjá Arthur Garbutt í La Reunion War Cemetery (La Reunion hernaðar kirkjugarðinum) tætt við havnabýin Bougie (Bejaïa) í Algeria, har hann varð sendur, tá hann fór úr Føroyum.

Algirski havnabýurin, Bejaïa, merktur við reyðum. Bretar nevna býin, Bougie.

- - -

sj

 

aftur

 

 

Dagført 26.02.2011

Nýggj dagføring (niðast) 01.04.2011