KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Ársaðalfundur 2011

 

28. apríl 2011 kl. 20 var aðalfundur hildin á Krígssavninum.

 

Herálvur Jacobsen var valdur til orðstýrara.

Karl Jóhan Nielsen greiddi frá virksemi felagsins í farna árið. M.a. varð greitt frá onkrum av lutunum vit nýliga hava fingið og at vit í januar yvirtóku gamla tornið hjá bretum frá Lions Club Vágar, sum hevur umvælt tornið og havt tað í varðveitslu seinastu árini. Eisini varð komi inn á samráðingar við landsmyndugleikarnar um at yvirtaka SOR-bygningin og at vit hava fingið lyfti um, at yvirtaka bygningin í nærmastu framtíð. Í 2011 er Krígssavnið komið sum eitt nýtt rakstrarstað á fíggjarlóg landsins við kr. 100.000. Karl Jóhan metti hetta hava sera stóran týdning fyri savnið. Samstundis takkaði hann kommununum í Vágum fyri teirra stuðul til savnið, sum hevur verið fíggjarliga grundarlagið undir savninum higartil.

Eftir tað var limalistin lagdur fram og kassameistarin legði fram grannskoðaða roknskapinum fyri 2010. Roknskapurin javnvigar við 177.549 kr. Samtykt varð at seta limagjaldið til tað sama sum áðrenn, kr. 100 um árið.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Marna Jacobsen og Sonni Jacobsen. Marna valdi ikki at stilla uppaftur, men stillaði ístaðin upp sum eykanevndarlimur. Dánjal Poulsen, sum hevur verið eykanevndarlimur, varð so skotin upp sum nevndarlimur. Úrslitið av hesum gjørdist, at Sonni Jacobsen varð afturvaldur og Dánjal Poulsen varð nývaldur sum nevndarlimur.

Marna Jacobsen og Jógvan Olsen vórðu vald sum eykanevndarlimir.

Til grannskoðara var Tofinn Jacobsen úr Miðvági afturvaldur.

Til seinast hevði Poul Arni Jacobsen eina áhugaverda framløgu um SOR-bygningin omanfyri flogvøllin. M.a. hvussu bygningurin var innrættaður og hvat hann var brúktur til undir krígnum.

 

Eftir aðalfundin hevði nevndin ein stuttan fund og skipaði seg við Karl Jóhan Nielsen formaður, Poul Arna Jacobsen næstformaður, Sonni Jacobsen kassameistari, Dánjal Poulsen skrivari og Johannes Dam Hansen.

 

sj

 

Aftur

 

 

Dagført 29.04.2011