KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Antennustøð uppi á Egg í Sørvági

 

Í góðveðrinum 19. juni 2011 fór undirritaði ein túr niðan á Egg í Sørvági at hyggja eftir einari gamlari VHF antennustøð frá bretum, har tvey hús so dánt standa uppi enn og ymsar toftir annars eru at síggja. Hugsandi er, at antennurnar eru brúktar í smb. við radiosamskifti frá SOR bygninginum við flogvøllin.

 

Skitsa yvir økið, sum tað ætlandi hevur sæði út undir krígnum.

Bygningur 1: Hús og antennumastur til sendara.
Bygningur 2: Barakk.
Bygningur 3: Lítið hús.
Bygningur 4: Hús og antennumastur til móttakara.
Bygningur 5: Lítið hús.

Smb. korti frá bretum, dagfest juni 1942, hevur tann sunnara antennan verið til ein VHF sendara og tann norðara til ein VHF móttakara.

Her eru vit stutt sunnanfyri antennustøðina. Sum sæst er høgt berg niðurfyri. Frá antennuhúsunum og til eggina eru bert umleið 50 metrar.

Bygningur 1 (sjá skitsu). Hús og bein til tað sunnaru antennumastrina.

Bygningur 1. Beinini til antennumastrina.

Bygningur 1

Bygningur 1 Bygningurin er illa farin, men stendur kortini enn.

Bygningur 1 Veggirnir í durinum eru niðurdotnir, takið hongur framvegis uppi.

Bygningur 1 Nakrir listar, har innveggurin hevur verið heftur á, síggjast enn. Smb. fásøgn vóru veggirnir innan klæddir við bleytum plátum.

Frá bygningi 1 sæst yvir á toftirnar av bygningi 2 og 3, og yvir til bygning 4.

Bygningur 2, toftir av tveimum samanbygdum barakkum. Endarnir av barakkunum hava verið gjørdir av betongsteinum og ein lítil betongbygningur hevur verið bindilið millum barakkirnar.

Bygningur 2 og niðanfyri, toftirnar av bygningi 3.

 

Bygningur 2 Eitt lítið laðað hús hevur verið bindilið millum báðar barakkirnar

 

Bygningur 3 Toftir av einum lítlum húsi beint niðanfyri toftirnar av barakkini

 

Bygningur 4

 

Bygningur 4. Antennubein og hús.

 

Bygningur 4

 

Bygningur 4 Á hesum húsinum eru veggir og tak av durinum dottin niður.

 

Bygningur 5, hevur staði rættuliga langt niðanfyri hinar bygningarnar, toftirnar síggjast mitt fyri.

 

Bygningur 5

 

Bygningur 5 Á hesum bygninginum sæst rættuliga væl hvussu takið er gjørt við jarnstyrking.

 

Soleiðis sær økið út í dag, sætt upp á avstand. Pilarnir vísa hvar ymsu toftirnar eru.

 

Tekstur, myndir og skitsa: Sonni Jacobsen

 

Aftur

 

Dagført

25. juni 2011