KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Tíðindaskriv

 

Semja um SOR-bygningin við flogvøllin

Semja er gjørd um ein sáttmála millum Landsverk, Sørvágs kommunu og Krígssavnið, har Sørvágs kommuna letur eitt stykki av ídnaðarøkinum á Hálsi í Sørvági í býti fyri SOR-bygningin, sum eisini stendur uppi á Hálsi og grundøkið undir honum.

Áðrenn semjan fær fult gildi, skal uppskot um avhendanina av SOR-bygninginum leggjast fyri Føroya Løgting til samtyktar.

Ætlanin er at seta søguliga bygningin í uppruna stand og nýta hann sum Krígssavn.

Bretska hervaldið bygdi SOR-bygningin (Sector Operation Room) tá ið teir gjørdu flogvøllin. Í húsinum eru tvey sokallað plottararúm, har herovastirnir fingu yvirlit yvir krígsstøðuna her um leiðir og so avgjørdu, hvat var til ráða at taka.

Eystanfyri bygningin er gamla flogtornið, sum Krígssavnið yvirtók herfyri. Lions Club Vágar hevur gjørt stórt umvælingararbeiði við tornið.  

Í sambandi við at semjan verður undirskrivað, verður almenn móttøku í SOR-bygninginum
fríggjadagin 2. September 2011 kl. 15,00.

Eftir móttøkuna verður Krígssavnið, Leitisvegur 58 í Miðvági, opið henda dagin til kl. 18.

Krígssavnið

 

 

Aftur

Dagført

02. sep. 2011