KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Trípartaavtala um SOR bygningin

 

2. september 2011 kl. 15.00 var hátíðarløta í sonevnda SOR-bygninginum í smb. við, at avtala millum Landsverk, Sørvágs kommunu og Krígssavnið varð undirskrivað, um at Krígssavnið fær SOR-bygningin, við tað, at Sørvágs kommuna letur eitt stykki til Landsverk burtur av ídnaðarøki sínum uppi á Hálsi í Sørvági. Avtalan skal endaliga staðfestast av Føroya Løgtingi.

Borð er dekka inni í sonevnda plottararúminum.

Karl Jóhan Nielsen, formaður, bjóðar vælkomin.

Dánjal Poulsen er orðstýrari.

John Johannesen, landsstýrismaður, heldur røðu. Hann helt, at tað var hóskandi, at Krígssavnið helt til í Vágum, tí har var størsta virksemi breta undir krígnum. John segði seg vilja arbeiða fyri, at gjørda avtalan varð løgd fyri Føroya Løgting sum skjótast til staðfestingar og væntaði ikki, at tað fór at vera nakar trupulleiki, at fáa avtaluna staðfesta har.

Ewald Kjøbro, stjóri hjá Landsverk, heldur røðu og greiddi í stuttum frá gongdini í málinum.

Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, heldur røðu. Suni nevndi m.a., at tíðir skifta, fyrr var húsið rópt "Gráa húsið", tað var áðrenn tað var mála, so varð tað rópt "Grøna hús", nú hoyrir hann, at tað verður rópt "SOR-bygningurin".

Tey skrivað undir avtaluna. F.v.: Sunrid Rasmussen, skrivari hjá Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, John Johannesen, landsstýrismaður, Ewald Kjølbro, stjóri fyri Landsverk og Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið.

Og taka í hondina á hvør øðrum aftaná.

Krígssavnið fekk eina gávu hendan dagin frá dananum, Henning Due Petersen, sum her greiðir frá.

Gávan var ein glasbjørn, sum varð bjarga úr vrakinum av  "Carolina Thordén", sum var álopin av týskum flogfari hin 26/3-1941 á Havnarvág. Carolina Thordén varð sleipa norð í Sundalagið, har hon brendi upp.

Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, heldur røðu, takkar teimum, sum hava gjørt tað møguligt, at komi er so langt við Krígssavninum. Karl Jóhan nevndi, at tað var Sørvágs- og Vága kommunu fyri at takka, at savnið yvirhøvur var til, vegna teirra fíggjarliga stuðul til savnið síðan tað byrjaði. Hann nevndi m.a. eisini, at savnið hesa stuttu tíð tað hevur verið til longu hevur fingið um 700 lutir, har flestu teirra eru at síggja á framsýning savnsins í Miðvági.

Á vegginum aftan sæst stóra kortið frá bretum yvir Norðuratlantshavið.

Fitt av fólki var komi at fylgja við og fegnast saman við okkum um hesa stórhending fyri savnið.

 

 

Andru Simonsen, sum stóð fyri at væla um Tornið við SOR-bygningin, var eisini tilstaðar hesa løtuna.

Eftir at tað formella var yvirstaði varð høvi at siga nøkur orð, um onkur hevði okkurt upp á hjarta.

Heini Olsen sigur nøkur orð og nevndi m.a. um fyrsta krígssavnið, sum helt til í Havn, Savnið 1940-45, sum tíverri datt niðurfyri.

Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur nøkur orð og fegnaðist eisini um, at komið er so langt áleiðis við Krígssavninum.

Lastbilurin hjá savninum var komin at standa uttanfyri SOR-bygningin hesa løtuna.

 

sj

 

Aftur

Dagført

4. sep. 2011