KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið fingið SOR-bygningin

 

Í dag hin 3. november 2011, kl. 16.30, vóru umboð fyri Sørvágs kommunu, Landsverk og Krígssavnið savna í fundarhølinum hjá Sørvágs kommunu til endaliga undirskriving av makaskiftið Sørvágs kommuna/Landsverk, og skeytið Sørvágs kommuna/Krígssavnið, sum staðfestir, at Krígssavnið fær SOR-bygningin uppi á Hálsi í Sørvági til ognar.

 

Avtalan frá 2. september 2011

Sum altíð við slíkum málum, var nógv togan og tos áðrenn ein loysn kundi fáast á málið. Her kom Sørvágs kommuna við eini hjálpandi hond og bjóðaði sær, at lata Landsverk fáa eitt stykki av ídnaðarøkinum í býti fyri SOR-bygningin. Hetta vildi Landsverk ganga við til, men landsgrannskoðanin setti seg í móti einum langtíðarleigumáli og støðan tyktist løst føst til John Johannesen, landsstýrismaður skar ígjøgnum og skeyt upp, at í staðin fyri langtíðarleigu skuldi gerast makaskifti millum Sørvágs kommunu og Landsverk.

2. september 2011 var við hátíðarhald í SOR-bygninginum, avtalan undirskrivað millum Landsverk, Sørvágs kommunu og Krígssavnið, um at Krígssavnið fær SOR-bygningin, við tað, at Sørvágs kommuna letur eitt stykki burtur av ídnaðarøki sínum uppi á Hálsi í Sørvági til Landsverk. Til staðar við hátíðarhaldið vóru m.a. John Johannesen, landsstýrismaður, Evald Kjølbro fyri Landsverk og Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvági.

Treytin fyri, at hendan avtalan kundi gerast veruleiki, var, at Føroya Løgting við samtykt gav Landsverk loyvi til, at gera makaskifti við Sørvágs kommunu.

Løgtingið hevur nú samtykt, at geva Landsverk loyvi til makaskiftið og samtyktin er lýst kunngerðablaðnum, so nú var klárt at fara víðari við endaliga at undirskriving.

 

Makaskiftið og skeytið undirskrivað

Tað, sum hendi í kvøld var, at makaskiftið varð fyrst undirskrivað millum Sørvágs kommunu og Landsverk um, at kommunan letur Landsverk nevnda stykki á Hálsi fyri SOR-bygningin. Vegna Landsverk undirskrivaði Ewald Kjølbro stjóri og vegna Sørvágs kommunu undirskrivaðu Sune Jacobsen, borgarstjóri og Sunrid Rasmussen kommunuskrivari.

 

Aftaná tað var skeytið undirskrivað, har Sørvágs kommuna letur Krígssavninum SOR-bygningin. Her undirskrivaði Karl Jóhan Nielsen formaður í nevndini fyri Felagið Krígssavnið og Sune Jacobsen og Sunrid Rasmussen, vegna Sørvágs kommunu. Bjørg Beder, skrivari hjá kommununi, undirskrivaði eisini sum vitni.

 

Keypsprísurin ein króna

Smb. skeytinum millum Sørvágs kommunu og Felagið Krígssavnið, so fær Krígssavnið bygningin á matr. nr. 427 c fyri eina krónu. Smb. sáttmálanum skal grundstykkið matr. nr. 422 o, sum Landsverk fær frá kommununi, vera endaliga byggibúgvi innan 31. mars 2012, og hevur Landsverk frá tí degi 6 mánað freist til at byggja ein bygning á økinum. T.v.s. at í seinast lagið hin 30. september 2012 skal Landsverk hava flutt alt sítt virksemi út úr SOR-bygninginum.

 

Eftir at avtalan varð undirskrivað segði Karl Jóhan Nielsen nøkur fá orð, har hann takkaði Sørvágs kommunu og Landsverk fyri vælvild í hesum, fyri Krígssavnið sera umráðandi máli. Karl Jóhan nevndi eisini, at hann helt, at glið kom ikki rættuliga á málið, fyrr enn nýggjur stjóri fyri Landsverk var settur, og takkaði hann enn einaferð Ewald Kjølbro stjóra fyri Landsverk fyri sýnda vælvild.

 

Sune Jacobsen, borgarstjóri, segði eisini nøkur fá orð at enda og nevndi, at hetta mál hevði eina langa søgu, tí longu seinast í nítiárunum vóru ætlanir frammi og nevnd sett, at fáa SOR-bygningin varðveittan sum eitt minni frá seinna heimsbardaga. Tann ætlanin datt tíverri niðurfyri. Hann nevndi eisini, at Annika Olsen, sum meginpartin av seinasta valskeiðið var landsstýriskona í innlendismálum var sera positiv fyri, at lata bygningin til Krígssavn og eigur sín stóra part av æruni fyri, at komið er so langt. Arbeitt hevur annars verið miðvíst fram ímóti, at hetta kundi gerast veruleiki. Og nú eru vit so komin á mál.

 

Eftir tað tóku partarnir í hondina á hvør øðrum, og tey fáu, sum vóru tilstaðar, kundu taka undir við lógvabrestum.

 

Myndir og frásøgn: Sonni Jacobsen

 

Aftur

Dagført

3.11.2011