KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Austerlitz álopin á Skálafjørðinum

Frásøgn Hilmar Kass

10. oktober 1941 lá Austerlitz fyri teymi á Klaksvík, tá týskur flúgvari framdi álop, slepti fleiri bumbur og skeyt við maskinbyrsu.

 

Tann eina bumban gjørdi stóran skaða. M/s Fugloy sakk, og fleiri onnur skip og kaiin fingu stóran skaða. Austerlitz var óskalað.

 

"Austerlitz" av Strondum

 

Náttina eftir varð Austerlitz sigld út á Skálafjørðin. 11. oktober varð Austerlitz vetrarbundin sum vanligt undir Ringunum við Sjógv.

 

Tá Austerlitz var løgd fyri teym, fóru menninir, sum vóru umborð, niður í lugarið at fáa sær kaffi. Eg var einasti eftir á dekkinum. Eg var komin fram til kappan fyri at fara niður í lugarið. Tá síggi eg, at skotið verður av Gjarðanesi. Tað tykist mær, sum flúgvari má vera í erva, tí fleiri av granatunum brustu uppi yvir Stóra Fjalli. Knappliga síggi eg, at flúgvari kemur undan Gjarðanesi so lágt, at hann júst gekk leysur av mastrunum á teim skipum, sum lógu undir Ringunum. Hann kastaði tvær bumbur, sum eg sá, onnur innanvert Hulk tætt við ein trolara, sum lá har fyri teymi, og aðra kastaði hann nakað ytri. Hvørgin bumban rakti, og hvørgin brast.

 

Eg síggi, at flúgvarin skjýtur við maskinbyrsu helst maskinbyrsum. Tað sá út sum grovt heglingsæl fram eftir sjónum. Tá kúlusprænurin nærkaðist, slepti eg mær niður í lugarið. Eg meira leyp enn gekk niður. Tá eg kom niður á dúrkið, brustu kúlurnar í Austerlitz.

 

Týskt Henkel HE 111 bumbuflogfar

 

Tað komu nógvar kúlur í skipið, og fallini vóðru avskotin, og fleiri kúlur raktu bát, sum lá við síðuna

 

Tað var lítið høgættarlot, so kúlurnar, sum raktu skrokkin, komu langs plankunum, og gjørdu tí ikki hol á skipið.

 

Um manningin hevði verið omandeks, tá flúgvarin skeyt, so hevði helst stórur skaði hent.

 

Ein lítil bretskur tangabátur, Daxhound, lá við Hulkin. Har doyði ein av manningini av skotum, og ein annar varð særdur.

 

 

 

Aftur

 

Dagført

30.12.2011