KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Aðalfundur 21.4.2012

 

Leygardagin 21.4.2012 kl. 16 var árligi aðalfundurin hildin í Krígssavninum.

Formaðurin Karl Jóhan Nielsen legði sína formansfrágreiðing fram og greiddi frá hvussu farna ár hevur gingið. M.a. fekk Krígssavnið bæði Tornið og SOR-bygningin í farna árið, sum ætlanir eru at gera til Krígssavn.

Kassameistarin legði grannskoðaða roknskapin fram.

Tríggir av nevndarlimunum stóðu fyri vali hesaferð, Karl Jóhan Nielsen, Poul Arni Jacobsen og Jóhannes Dam Hansen. Karl Jóhan og Poul Arni vórðu báðir afturvaldir. Jóhannes stillaði ikki uppaftur sum nevndarlimur, og í hansara stað varð Marna Jacobsen, eykanevndarlimur, vald sum nevndarlimur (sum hon hevur verið áður).

Jóhannes varð ístaðin valdur eykanevndarlimur. Afturat honum varð Niels Olgar Joensen úr Sandavági valdur sum eykanevndarlimur.

Sum grannskoðari var Torfinn Jacobsen úr Miðvági afturvaldur.

 

 

 

sj

Aftur

 

 

Dagført

22-04-2012