KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Til lukku, formaðurin!

 

Í dag 2. juli 2012 fyllir Karl Jóhan Nielsen, Vatnsoyrum, sjeyti.

 

Mynd: Drotningin og Karl Jóhan

 

Karl Jóhan hevur verið formaður Krígssavnsins síðan stovnanina í 2008. Við sínum áhuga og ótroyttiliga arbeiði fyri savnið, er tað, fyri ein stóran part, honum fyri at takka, at Krígssavnið er tað, tað er í dag. Karl Jóhan hevur hesa tíðina brúkt meginpartin av sínari frítíð á savninum. Hann hevur savnað lutir og frásagnir, og hann hevur trúliga møtt upp at greiða vitjandi, einstaklingum og bólkum frá øllum tí, ið er at síggja á savninum.

Savnið eigur nú tætt við 1000 ymiskar upprunalutir frá krígsárunum, umframt hópin av myndum, skjølum og frásagnum. Eini tveytúsund fólk vitja á savninum árliga.

Hesin mentanararvur frá hesum 5 ára tíðarskeiði, sum hevði so stórt árin á føroyska samfelagið, verður nú varðveittur og sýndur almenninginum næstan hvønn einasta dag í árinum. Hóast Krígssavnið bara er á sjálvbodnum støði, so sæst í gestabókini, at bæði útlendingar og føroyingar eru sera takksamir fyri at síggja savnið.

Krígssavnið hevur havt nógvar avbjóðingar hesi árini, og ivaleyst standa fleiri fyri framman, nú nevndin skal fyrireika at flyta savnið í síni egnu høli tætt við flogvøllin. 

Til lukku og takk fyri títt ágrýtni, Karl Jóhan, við ynskjum um mong góð ár afturat – eisini á Krígssavninum.

heilsan

Poul Arni, Sonni, Dánjal, Marna, Hanni og Niels

 

Dagført

02-07-2012