KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Vitjaðu kirkjugarðin í Miðvági yvir falnar bretar

 

Bretski konsulin Tummas H. Dam og Barry Murphy

Við Atlantic-flogfari í dag komu umboð frá Commenwealth War Graves Commission (CWGC) at vitja bretska Konsulátið í Føroyum.

Endamálið við ferðini er at vitja bretsku gravirnar frá fyrra og seinna heimsbardaga og ikki minst at takka teimum, sum halda gravirnar viðlíka.

Við á ferðini er Barry Murphy, sum er stjóri fyri United Kingdom Area, og Sir Alistair Irwin, Loytnant Generalur, KCB CBE, sum er Vice Chairman í CWGC. Eisini er Alan Patema-Jones, Director General, frá CWGC við á ferðini.

Tað eru 23.000 kirkjugarðar við falnum hermonnum og eru tað meira enn 1.700.000 gravir kring allan knøttin.

 

Alan Patema-Jones tosar við Albert Ellefsen, borgarstjóra

Í Føroyum eru 3 kirkjugarðar við falnum bretskum hermonnum. Teir eru í Miðvági har 14 eru grivnir, í Tórshavn eru 37 grivnir, í Klaksvík eru 5 grivnir og í Vági er 1 grivin. Gravirnar verða vitjaðar av umboðum frá CWBC umleið triðja hvørt ár.

Í dag var vitjað í Miðvági, har umboð frá Vága Kommunu tóku ímóti. Umboðini vóru Albert Ellefsen, borgarstjóri, og Jan á Høgabóli, umsjónarmaður, og so eisini Karl Jóhan Nielsen og Jóhannus Hansen frá Krígssavninum.

Kirkjugarðurin í Miðvági er sera væl hildin og tað sama vera steinarnir, sum eru úr serligum slagi av marmor.

- Tað er sera vakurt gjørt av Vága Kommunu og ikki minst av umsjónarmanninum Jan á Høgabóli, søgdu bretsku umboðini í dag.

Eftir vitjanina á kirkjugarðinum, var vitjað á Krígssavninum, har Karl Jóhan Nielsen greiddi frá um stóra virksemi sum var í Vágum undir krígnum og vísti allar teir spennandi lutirnar fram, sum har eru.

Í morginárin verður vitjað í Klaksvík og seinnapartin í Tórshavn.

Kelda: Vágaportalurin, 16/7-2012
Myndir
: Jógvan Helgi Hansen

Sir Alistair Irwin

Karl Jóhan Nielsen frá Krígssavninum tosar við Sir Alistair

 

Aftur

Dagført

17-07-2012