KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Barakkir á Bakka í Sørvági

Her hildu lossararnir til

Trýst á myndirnar og tær gerast stórar

Loftmynd av øki úti á Bakka í Sørvági 2012. Um ein hyggur væl eftir hómast framvegis nógvar barakkgrundir frá bretum omanfyri garðarnar. Her hildu lossararnir til.

Omanfyri garðarnar uttanfyri uttaru Skipá búðu teir, sum lossaðu skipini, sum komu inn á Sørvág. Og teir lossaðu nógv. Skip lógu í "kø" á vánni at sleppa til at lossa, tað tíðina mest var at gera, sum hevur verið árini 1942-44.

Omanfyri garðarnar uttanfyri uttaru Skipá vóru 16 barakkir.

Stutt uttanfyri brúnna um uttaru Skipá stóð ein ovurhonds stór barakk. Í dag standa tvey sethús á hesi einu barakkgrundini.

Á somu loftmynd frá 2012 úr Sørvági eru 2 aðrar, frá ávíkavist 1942 og 1944 settar inn niðast. Á hesum myndunum, umframt teirri frá 2012, síggja vit hvar barakkirnar hava staði undir Krígnum og at fleiri eru gjørdar afturat eftir 1942.
Barakkir, sum standa í 1942 merktar við reyðum og tær komnar afturat í 1944 merktar við bláum.

Á loftmynd frá 1944 sæst økið har barakkirnar stóðu og keiin, har teir lossaðu.

Teir gingu oman gjøgnum bøin til arbeiðis og niðan aftur aftaná.

 

Sonni Jacobsen

 

Aftur

 

 

Dagført 19-04-2013