KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Aðalfundur 2013

 

Nakrar myndir frá aðalfundinum, sum var hin 30.4.2013.

Fundarstjóri varð valdur Poul Arni Jacobsen. Skráin var í stuttum tann, at formaðurin, Karl Jóhan Nielsen, legði sína ársfrágreiðing fram og kassameistarin, Sonni Jacobsen, legði grannskoðaða roknskapin fram. Aftaná varð tosað um savnið og savnsviðurskifti, og fólk hugnaðu sær annars.

Nevndin árini 2008 - 2013. Frá vinstru: Dánjal Poulsen, Karl Jóhan Nielsen, Marna Jacobsen, Poul Arni Jacobsen, Sonni Jacobsen og Johannes Dam Hansen.
(Trýst á myndina og hon gerst størri.)

Sonni Jacobsen, nevndarlimur og Niels Olgar Joensen, eykanevndarlimur, stillaðu ikki upp aftur hesaferð.

Nýggja nevndin í Krígssavnium frá 30.4.2013

Frá vinstru: Dánjal Poulsen, Mads Karlo Johannesen, Karl Jóhan Nielsen, Marna Jacobsen, Poul Arni Jacobsen, Magna Thomassen og Johannes Dam Hansen.
(Trýst á myndina og hon gerst størri.)

Nývald í nevndina eru Magna Thomassen, nevndarlimur og Mads Karlo Johannesen, eykanevndarlimur.

Nevndin í Krígssavninum er sostatt: Karl Jóhan Nielsen, Poul Arni Jacobsen, Dánjal Poulsen, Marna Jacobsen og Magna Thomassen. Eykanevndarlimir eru Johannes Dam Hansen og Mads Karlo Johannesen.

 

sj

aftur

 

 

Dagført 30.04.2013