KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Til Onglands á kunningarferð

Inngongdin til Battle of Britain Bunker í Uxbridge

 

Nevndarlimir í Felagnum Krígsavninum fóru mánadagin til Onglands á kunningarferð. Við teimum á ferðini er fornfrøðingurin Petur Petersen, sum hevur lagt ferðina til rættis.

Ætlanin við ferðini er at vitja SOR bygningar í Onglandi og fáa íblástur og góð ráð um, hvussu farast kann undir arbeiðið við okkara egna SOR-bygningi.

Í dag verður vitjað á Battle of Britain Bunker í Uxbridge, og seinni verður hugt at RAF Norholt. Annars verður eisini vitjað í Churchill War Room, og um tíðin loyvir tí, SOR bygningum í Cambridge og Lincolnshire.

SOR bygningurin við flogvøllin í Sørvági er meinlíkur øðrum bygningum, sum enski herurin bygdi undir krígnum, tí ber til at fáa nógv at vita og knýta sambond við persónar í Bretlandi, sum varða av tílíkum bygningum.

Vit gleða okkum at frætta nærri, tá fólk koma aftur av ferð hósdagin!

mj

Aftur

 

Dagført 19-06-2013