KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Aðalfundur og nevndarval

24. apríl 2014 var aðalfundur í Krígssavninum hildin í bygdarskúlanum í Miðvági. Ingolf Sólheim Olsen var valdur orðstýrari og fundarleiðari. Á skránni var formansfrágreiðing, roknskapurin varð framlagdur o.a.

Lýst varð á fundinum, at mánamorgunin kl. 10 verður tíðindafundur hildin í S.O.R. bygninginum á Hálsi í Sørvági har framløga verður av framtíðarætlanunum hjá felagnum.

Ein nevndarlimur og tveir eykanevndarlimir skuldu veljast, tí teir verandi ikki stillaðu upp aftur. Í nevndina varð valdur Fróði Poulsen og sum eykanvndarlimir vórðu valdir Tina Kildegaard Jakobsen og Sonni Jacobsen. Sonni hevur áður sitið í nevndini sum nevndarlimur, men hevur verið úti í eitt ár.

Tey, sum fóru úr nevndini vóru Magna Thomassen, nevndarlimur og Mads Karlo Johannesen, eykanevndarlimur, sum hava sitið í nevndini í eitt ár, Magna sum kassameistari hetta seinasta árið. Og Johannes Dam Hansen, eykanevndarlimur, sum hevur verið við heilt frá byrjan í 2008, eisini sum nevndarlimur. Vit takka teimum fyri teirra tíð í nevndini og stóra arbeiði fyri Krígssavnið.

Nýggja nevndin er sostatt Karl Jóhan Nielsen fm., Poul Arni Jacobsen, Dánjal Poulsen, Marna Jacobsen og Fróði Poulsen. Umframt Tina Kildegaard Jakobsen og Sonni Jacobsen.

 

Poul Arni, Tina, Fróði, Karl Jóhan, Marna, Sonni og Dánjal.

sj