KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Í sigling fyri bretar undir krígnum

 

Í “Tíðindablaðnum” 15. mars 1974 stóð hendan greinin. Innleiðandi orðini niðanfyri her eru eitt sindur dagførd, men restin av greinini er sum hon var í Tíðindablaðnum fyri 40 árum síðan.

 Millum teir mongu føroyingar, sum sigldu úti í langfarasigling, var Jógvan Martin Joensen — ættaður úr Oyndarfirði og búsitandi í Havn. Jógvan Martin fór í 1938 at sigla úti, tó var hann í nøkrum fáum stuttum tíðarskeiðum við føroyskum fiskiskipum.

Hann var í mong ár skipari og sigdi í 1974, tá henda frásøgnin varð skrivað, hjá reiðarínum Isafold.

Jógvan Martin, tá hann var skipari á Fursund, sum hann førdi frá 1956 til 1962

 

Jógvan Martin kom í ta støðu í apríl 1940, at hann kom til Bretlands við einum donskum skipi og fekk har at vita, at Danmark varð hersett av týskinum. Her varð hann nærsagt noyddur at skriva undir uppá, at hann vildi sigla fyri bretar, so leingi kríggið vardi.

 Hetta kom at vera ein sera vandamikil og haraftrat hendingarík sigling. Vit hava hitt Jógvan Martin á máli og biðið hann sagt okkum eitt sindur frá tí, hann upplivdi hesa tíðina. 

Í fleiri ár áðrenn hann fór út at sigla, var hann við føroyskum fiskiskipum. Suðurlandið upplivdi hann fyrstu ferð sum fimtan ára gamal í 1930 við Pilot, og øll árini til 1937 var hann við føroyskum fiskiskipum.

Úrtøkan 263,50 kr.

— Men hetta var eitt stríggið lív, og lønin litil fyri alt slitið, sigur Jógvan Martin. Fyrsta árið eg var til skips var nógv at fiska og stórur fiskur, men tá avrokningin kom, var úrtøkan 263 krónur og 50 oyru.

 Úrtøkan vaks eitt sindur ár um ár, men litið var at forvinna sum føroyskur fiskimaður, og tað var fyri at síggja, um tað var líka ringt aðrastaðni, at eg fór av landinum í 1938.

Út at sigla

Motorpassaraprógv hevði hann tikið í 1935, og tá Svendborgskonnartirnar um hetta mundið fingu motor, fekk hann Fischer Heinescn, sum tá var sjómansskúlalærari at útvega sær starv sum motorpassari við einari av teimum.

 — Eg sigldi so við eini skonnart, ið kallaðist Jóhanna í tvey ár, men tann ringa ísveturin í 1940 var ikki siglandi. Eg ætlaði mær so heim við Tjaldrinum ,vit skuldu fara út 9. januar í 1940, men tað bleiv ikki farið til tíðina, tí yvirmenninir kravdu slørri trygging.

 Ein fyribils avtala fekst í lag um hesa trætu, og Tjaldrið fór avstað 21. januar, men tá hevði eg hálsað um og fór ikki heim við. Eg ætlaði mær i staðin aftur at sigla.

 Reiðarin í Svendborg lovaði, at eg skuldi sleppa við tí fyrsta skipinum, sum fór út. So nógvur ísur var henda veturin, at ikki fyrr enn í mars var ferjusambandið í lagi aftur um Stórabelti, og 18. mars fór eg til Svendborg.

Til Onglands eftir koli

6. apríl stevndu tríggjar skonnartir út úr Svendborg. Vit skuldu fylgjast til Onglands. Tær tríggjar vóru Elin, Falkurin og Ruth, sum eg sjálvur var við.

 Men Falkurin kom ikki langt .Tá vit komu út í Sundið mistu teir ein mann, og hann varð ikki afturfunnin. Teir vendu so innaftur at bera boðini, og lógu tí í danskari havn, tá týskararnir tríggjar dagar seinni tóku Danmark.

 Fyrrapartin 9. april sóu vit ein týskan kavbát. Veðrið var gott, og hann stevndi við fullari ferð beint imóti okkum. Meðan vit standa og hyggja at honum, kemur ein flúgvari. Kavbáturin royndi at sleppa sær undir, men tað eydnaðist honum ikki. Fýra bumbur vórðu tveittar eftir honum, og fyri okkum at vísa scg, sá tað út sum allar raktu í plett.

 Tá avhæsaði var ongin kavbátur at síggja. Flúgvarin sveimaði uppiyvir eina lølu, og helt so leiðina vesturaftur til Bretlands.

Skriva undir ella inn at sita

Vit høvdu boð um at fara inn til Metel at taka minuloðs. Radio høvdu vit onki, og fingu tí ikki at vita fyrr enn vit koamu hagar, at Danmark varð hersett. Skipið hjá okkum varð beinanvegin yvirtikið av Ministery of Shipping.

 Nú fingu vit tvinnar kostir í at velja — antin máttu vit skriva undir uppá, at vit vildu sigla fyri bretar, so leingi kriggið vardi, ella vórðu vit settir i eina konsentratiónslegu. Eg valdi heldur at sigla.

Einastu ferð mær hevur longst

Eftir at Danmark varð tikið 9. april gingu einar triggjar vikur, til eg fekk at vita, hvat var hent við Føroyum. Hesar vikurnar kendi ein seg statsleysan, og hetta er einasta tíð í mínum lívi, at mær hevur longst. Eg royndi at fregnast alla staðni fyri at fáa at vita, hvussu vorðið var við Føroyum, men hvar eg vendi mær, sá tað út sum allir munnar vóru læstir við sjey seglum.

 Men so ein dagin hitti eg føroyingar í Metel. Skonnartin Signhild var komin hagar at ferma kol til Islands, skipari var Óli í Búrstovu á Eiði og bestimaður var Jústines í Oyndarfirði. Tástani fekk eg at vita, hvussu standurin var í Føroyum.

 Í Kanalini undir evakueringini úr Dunkerque

Eftir at vit vóru komnir til Metel, gjørdu vit ein ella tveir stuttar túrir og vórðu so sendir til St. Malo í Frankariki við koli.

 Tá vit koma suður í Doversundið, stendur alt í einum roki her, tí hetta var beint undir evakueringini úr Dunkerque.

 Her sá alt út til at vera ein hurlivasi. Skip úr Hollandi, Belgia og Frankaríki royndu at sleppa sær yvirum til Dover, men har sluppu tey ikki inn. Tað var ógjørligt hjá onglendingum at kanna øll hesi skipini, og varnir máttu teir vera, tí kríggj var.

 Vit sluppu púra óskalaðir úr bumburegninum hesa náttina.

Týskararnir 3 km. frá býnum

Til St. Malo komu vit i øllum góðum, og har skuldu vit ferma hveiti aftur til Bretlands.

 Henda morgumn, tá vit høvdu fingið eini 15-20  tons av hveiti í lastina, komu boð til øll skipini í havnini um at sleppa sær út sum skjótast, tí týskararnir stóðu tríggjar kilometrar frá býnum.

 Men tað bar ikki væl lil at sleppa út, tí tað var fjøra, og hetta er tað stað ði Europa, har tað er størstur munur á flóð og fjøru. Bíðast mátti eftir flóðini til klokkan 7 um kvøldið, og so skjótt tað var siglandi, stóð streymurin av skipum út. Men tá vóru so nógv skip, at øll kundu ikki sleppa út á einari flóð, og millum tey skipini, sum lógu eftir innanfyri, tá portrini fóru aftur, vóru vit. Umframt nøkur onnur skip lá her eisini Elin, sum við fylgdust við, tá vit fóru úr Svcndborg.

Bretar brenna alla útgerð

Her sóu vit ein streym av flóttarfólki, sum flýddi norðaneftir undan týskinum. Summi flýddu við bili, onnur á súkklu, og uppaftur onnur komu við trillubøru, og hvør royndi at hava so mikið av sínum ognum við sær, sum hann kundi. 

Seinnapartin henda sama dagin komu boð um, at allir, sum vóru í eingilskari tænastu, kundu koma á eitt ávist stað, har teir kundu fáa sigarettir, spiritus. klæðir og mangt annað, sum bretar ikki vildu lata fella i hendurnar á týskarum.

 Har var snøgt sagt alt at fáa, sum hugsasl kundi, og meðan vit stóðu har og fyltu upp i sekkir, vóru vit knappliga kringsettir av fronskum militerpoliti, sum komu fram ímóti okkum við bajonettunum klárum.

 Ein politistur setti bajonettinu móti búkinum á mær, og eg skilti á honum, at hann vildi hava meg at sleppa posanum, men tað vildi eg ikki. Eg rætti kasjettiha fram ímóti honum og vísti á merkið í henni, tá blíðkaðist hann og læt meg hava posan.

 Tað sum fransmenninir óivað ætlaðu var at royna sjálvir at fáa hendur á øllum hesum góðgætinum, sum bretar eftirlótu sær, men har var onki við at gera, bensin varð oyst yvir tað, sum eftir var, og eldur settur á. Har var nógv krígsútgerð, bilar, riflur, lóður og annað.

Ígjøgnum minubeltið

Vit sluppu út á flóðini tíðliga morgunin eftir, og tá vit komu út, var hann strúkur í landnyrðingi.

Frá Kanaloyggjunum Guernsey og Jeirsey vóru ninur lagdar suðureftir. og tí skuldi siglast norður um hesar báðar oyggjarnar. Men skuldu vit gera tað, komu vit at sigla framvið eini langari strond, sum lýskararnir høvdu valdið yvir, og vit vóru tí bangnir fyri at vera søktir av kanónum frá landi.

 So varð tingast aftur og fram um, hvat ið gerast skuldi, og avgjørt varð at bíða, til tað rak uppá tað harðasta og so at halda á minubeltið beint vestureftir.

 Hvør maður fekk bjargingarbelti uppá, og bátarnir vórðu gjørdir klárir, men vit vóru hepnir og komu vesturum í øllum góðum.

Bretar vænta innrás

Tá vit komu í Kanalina, stóð hon øll í einum skúmi av bretska flotanum, tí teir væntaðu jú, at týskararnir fóru at gera innrás beinanvegin.

 Í eina viku lógu vit í Dartmouth og bíðaðu, til sundið við Dover varð latið uppaftur, og so varð farið til eitt lítið stað uttanfyri London við tí sindrinum av korni, sum vit høvdu fingið umborð í St. Malo.

 Eina tíð sigldu vit nú millum ymsar  bretskar havnir, til skipið varð lagt upp í Leith. Eg hevði fleiri ferðir roynt at fáa loyvi til at sleppa heim til Føroya, men hetta var ongatíð eydnast. Ein føroyingur, sum sigldi við hinari skonnartini, Elini, slapp tó heim.

 Tá skipið var lagt upp í Leith í august, mátti eg til Newcastle, tí har skuldi alt danskt sjófólk halda til, meðan tað var í landi.

Hitti aftur føroyingar

Eina stutta tíð sigldi eg so við einum lítlum tangabáti, Og fór so umborð á eitt svenskt skip, Jóhanna úr Slockholm.

 Fyrst í oktober mánaði skuldu vit niður til Oporto 3 Porlugál og fingu boð um at fara upp til Clyde fyri at fara uppí eina konvoy, sum gjørdi klárt at fara niður í Miðalhavið.

 Meðan vit lógu har og bíðaðu, kom Stella Maria. hagar. Hon var á veg til Glasgow at taka farm. Skipari var Andreas á Høvdanum á Strondum. Eg setti bát út og fór umborð at tosa við teir at frætta tiðindi. Tá fekk eg so nærri at vita, hvat ið hendi í Føroyum, og hvussu har stóð til.

 

sj

Aftur