KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Bretskur hermaður jarðaður í Sandavági

 

Ronnie Brierley og konan Maria

Sunnudagin 3. august 2014 var ein serstøk jarðarferð úr Sandavágs kirkju. Tað var bretski hermaðurin Ronald (Ronnie) Brierley, sum var í Vágum undir seinna heimsbardaga.

Í 1943 giftist Ronnie Mariu Joensen í Sandavági. Sama ár fluttu tey til Onglands at búgva.  Maria andaðist í 1977  í Onglandi, men varð jarðað í Sandavági. Og Ronnie ynskti, tá tann tíð kom, at verða jarðaður í Sandavági undir liðini á konuni.

Í Kristiligum Ungmannablað nr. 8/2002 hevur Heini F. Petersen í Sandavági skrivað søguna um Ronnie, sum búði í Sandavági tað tíðina hann var hermaður í Føroyum.

Ronnie, sum eftir kríggið varð prestur, hevði sjálvur lagt jarðarferðina til rættis. Hann hevði biðið David Johannesen prest tala, og ynskti at jarðarferðin skuldi vera, júst sum siður er í Sandavági. Hann hevði valt sálmarnar ið sungnir vórðu: “Nærri mín Guð til tín”, “Mær halda Harrans hendur”, “Nú takkið Guði øll”, “Klettur, klovin fyri mær”, “So tak tá mínar hendur” og “Tit vaknið áðrenn deyðsboð berast”.

Ronnie var 95 ára gamal nú hann andaðist.

Tær tríggjar døturnar saman við monnum vóru komin úr Onglandi til jarðarferðina. Eisini var fitt av øðrum fólki og fylgdi.

 

dp/sj

 

aftur