KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Føroyskt-bretskt felag avtikið

 



Knút Gray, formaður í Føroyskum-Bretskum Felagi handar Karl Jóhan Nielsen, formanni í Krígssavninum, peningagávuna.



Í sambandi við at Føroyskt-Bretskt Felag er avtikið, fekk Krígssavninum hugnaliga vitjan fríggjadagin 19. juni 2015.

 

Ørindini vóru, at handa Krígssavninum stórfingna gávu: kekk, áljóðani kr. 9.000 og ymiskar lutir, myndir og skjøl

frá seinna heimsbardaga.

 

Karl Jóhan Nielsen, formaður og Dánjal Poulsen tóku ímóti gávunum.

 

 

 orð og myndir:  dp

 

Nevndarlimir í Føroyskum-Bretskum Felagi, Knút Gray, form., Eyrith G. Leyni, Mary Southerland og Fanny Joensen, saman við Karl Jóhan Nielsen, form. í Krígssavninum.

 

 

Mary Southerland handar Krígssavninum virðismiklar lutir.

19-06-2015