KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið: Spennandi tíð fyri framman

 

Frammanfyri úr vinstru eru tað Marna Jacobsen, skrivari, Karl Johan Nielsen, formaður, og Dánjal Poulsen, nevndarlimur. Aftanfyri úr vinstru eru tað Sonni Jacobsen, eykalimur, Fróði Pouslen, kassameistari, og Poul Arni Jacobsen, næstformaður. Tina Jacobsen, eykalimur, kundi ikki vera við á aðalfundinum

Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund. Enn er ikki komið á mál at beina burtur formligu forðingarnar fyri at fara undir at byggja nýggjan bygning til Krígssavnið og samstundis inniloka SOR-bygningin, kundi formaðurin greiða frá, men samskiftið við almennu myndugleikarnar er positivt, og savnið hevur fingið loyvi at fara undir neyðugar ábøtur á friðaða bygningin.

Krígssavnið hevði aðalfund í nýggju Marghøllini í skúlanum í Sørvági hóskvøldið. Nevndarlimirnir Marna Jacobsen, Dánjal Poulsen og Fróði Poulsen stóðu fyri vali. Tey tóku øll við afturvali, og tá ongi onnur valevni vóru, heldur øll nevndin óbroytt fram.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og heldur ikki har hendi nøkur broyting: Karl Johan Nielsen er formaður, Poul Arni Jacobsen næstformaður, Fróði Poulsen kassameistari, Marna Jacobsen skrivari, og Dánjal Poulsen nenvdarlimur. Eisini eykalimirnir Sonni Jacobsen og Tina Jacobsen vórðu afturvaldir.

Savnið verður partvíst fíggjað við almennum pengum, og í 2011 kom ein kunngerð um lógarbundnar játtanir og stuðulsjáttanir, har tað verður kravt, at móttakararnir av slíkum játtanum skulu hava gókendan grannskoðara.

Mentamálaráðið gjørdi Krígssavnið vart við hetta, og á einum eykaaðalfundi 7. januar í ár varð grannskoðaravirkið Numo valt til grannskoðara í staðin fyri Torfinn Jacobsen, ið annars var valdur grannskoðari á regluliga aðalfundinum í fjør. Hetta hendi alt í besta forstáilsi, legði Karl Johan Nielsen dent á síni formansfrágreiðing.

Á aðalfundinum hóskvøldið var Numo so afturvalt sum grannskoðari.

Spennandi framtíð
Krígssavnið almannakunngjørdi í fjør eina stórsligna verkætlan fyri eitt nýtt krígssavn – ein stóran bygning við fjøllbroyttum funksjónum, og sum SOR-bygningurin við flogvøllin verður ein innilokaður partur av.

Enn er ikki rokkið á mál at beina burtur allar formligar forðingar fyri at fara undir hesa verkætlan, men Karl Johan Nielsen segði, at samskiftið við almennu myndugleikarnar um hetta nú er gott og tónin positivur.

Enn hevur ikki borið til at fáa prinsipilet byggiloyvi til verkætlanina, tí til tess mugu tillagingar ella undantøk gerast í lógarverkinum. Men Krígssavnið hevur fingið loyvi til sjálvt at fara undir at gera bráneyðugar ábøtur á sjálvan SOR-bygningin, sum er friðaður, og fer hetta arbeiðið í gongd í næstum við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Fólk, ið hava hug at taka lut í hesum, eru hjartaliga vælkomin til tað og kunnu venda sær til formannin ella onkran av hinum nevndarlimunum.

Arbeiðið, sum Krígssavnið hevur fingið loyvi sjálvt at gera, er at reinsa og tetta rivur á tekjuni við biki, umvæla betongúthangið á tekjuni, grava rennu at leiða vætu burtur frá húsinum, stoypa op í útvegginum, taka niður tvørveggir av timbri og gólv, sum Landsverk hevur gjørt, og reinsa flatur við eitt nú Rodanol.

Forkunnugar vitjanir
Millum forkunnugu vitjanirnar, sum Krígssavnið hevði í fjør, nevndi Karl Johan Nielsen norsku drotningin Sonju, sum vitjaði í fjør summar og var hugtikin av savninum. Í fjør hevði savnið eisini vitjan av bretska skotlandsmálaráðharranum Alistair Carmichael, og í august vitjaði bretski hernaðarflogsøgu-serfrøðinginum og fyrrverandi hernaðarflogskiparin Steve Lloyd. Hann er varaovasti fyri loftsøgudeildini hjá bretsku lofthermegini Royal Air Force, RAF.

Karl Johan Nielsen greiddi frá, at Steve Lloyd hevði gjørt eitt sera stórt og fyri Krígssavnið virðismikið arbeiði teir fáu dagarnar, hann var her, og úrslitið kundi lesast í ikki færri enn fimm ringbindum. Millum annað er Steve Lloyd komin við tilráðingum um, hvussu SOR-bygningurin við flogvøllin best kann varðveitast.

Orð og myndir: Ingolf Sólheim Olsen

Myndin niðanfyri: Karl Johan Nielsen, formaður í Krígssavninum, vísti fram ein av nýggju lutunum, sum savnið hevur fingið hetta seinasta árið – ein sonevnd Stirrup-pumpa at sløkkja eld við. Fleiri av hesum pumpunum, ið bert kravdu eitt fólk at brúka, vórðu latnar strategiskt útvaldum húsum undir krígnum.

 

20-06-2015