KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið í norðurlendskum savnsfelagsskapi

 

 

Mynd:  Karl Jóhan Nielsen, form., Krígssavnið, Armgarð Weihe, Mentamálaráðið, Dánjal Poulsen, Krígssavnið og Jógvan Ravnsfjall, Norðoya Fornminnasavn

 

Í farna mánaði hátíðarhelt Skandinavisk Museumsforbund 100-ára stovningardag sín. Skipað varð fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har fyrilestrar vórðu hildnir, har dentur varð lagdur á stóra týdningin, ið savnsvirksemi hevur havt farnu øldina, og framvegis hevur.

 

Greitt varð frá, hvussu norðurlendsku søvnini í dag leggja seg eftir at laga seg til nýggju tíðina, har eitt savn er nógv meira enn bara lutir, myndir og frásagnir.

 

Nútíðar søvn leggja seg eftir upplivingarvinnu, har stórur dendur verðar lagdur á ferðavinnuna. Stórur dentur verður eisini lagdur á frálæru og gransking, har søvnini eru ein týðandi partur. Víst varð á týdningin av øllum sjálvbodnum arbeiði, og at mong søvn vóru ikki til, um ikki tær sokallaðu eldsálirnar hildu lív í, í góðum samstarvi við fak-kunnleikan.

 

Øll søvnini frøddust um, at talið á vitjandi var stórt og vaksandi.

 

Armgarð Weihe, umboðaði Mentamálaráðið, og greiddi í fyrilestri sínum hugtakandi frá um evnið: Eitt Norður-Atlants tjóðarsavn í 21.øld.

 

Karl Jóhan Nielsen, form., og Dánjal Poulsen umboðaðu Krígssavnið, sum nú er lilmur í hesum felagsskapi, sum á 100-ára degnum broytti navnið frá Skandinavisk- til Nordisk Museumsforbund.

 

Skipað varð fyri vitjanum á fleiri sera áhugaverdum søvnum, og umboðini fyri Krígssavnið fingu nógv góð hugskot við sær heim aftur.

dp

 

Lagt út 24-09-2015 sj

24.09.2015