KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

The Pioneers charitable response to the loss of the Nýggjaberg

 

The trawler NÝGGJABERG at the quayside in her home port of Miðvágur

 

An article about the faroese trawler Nýggjaberg who was sunk by a German U-boat U-701

In MS Word: The Pioneers charitable response to the loss of the Nýggjaberg

IN PDF:          The Pioneers charitable response to the loss of the Nýggjaberg

 

 

Vit hava fingið sendadi grein frá Álvur Danielsen og Brian Hauge.

Greinin er á enskum. Trýst á leinkjuna omanfyri fyri at taka greinina niður antin í Microsoft Word ella í PDF.

 

Stutt referat á føroyskum:

Føroyingar sigldu fisk niður til Stóra Bretland øll krígsárini. Nøgdin av fiski, sum kom upp á land í Bretlandi frá føroyskum skipum var heili 20% av samlaðu nøgdini hesi árini.

Hetta var nokk til, at t.d. Fish & Chips í Bretlandi, sum ein av teim fáu vørunum, ongantíð varð skamta undir krígnum og var við til at halda moralin uppi í Bretlandi.

Ein Pioner deild kom til Miðvágs stutt eftir sorgarleikin tá Nýggjaberg var horvin og ongin av teim 21 monnunum, sum við vóru komu aftur. 16 av hesum vóru miðvingar.

Eftir sótu nógvar einkjur og nógv faðirleys børn.

Pioneer hermenninir settu sær fyri at gera eina innsavnan til frama fyri hesar einkjurnar.  10.000 lutaseðlar vórðu prentaði á prentsmiðjuni hjá H.N. Jacobsens bókhandli. Tað, sum kom inn frá søluni av lutaseðlunum, varð býtt út millum einkjurnar.

Tó fattast enn upplýsingar um, hvussu hetta varð framt og hvussu nógv kom inn og sosatt eisini, hvussu nógv kundi býtast út.

Sonni

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

26-01-2016