KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Arktisk kommando á Krígssavninum

 

 Fríggjadagin 12. februar 2016 vitjaðu umboð fyri Arktisk Kommando Krígssavnið.

Færøernes Kommando, eisini nevnd Marinestationen, varð í 2012 umskipað til Arktisk Kommando, við virksemi í Nuuk og í Tórshavn.

 

Setningurin fyri Arktisk Kommando ljóðar soleiðis:

"Arktisk Kommando er myndugleiki í donsku Verjuni. Fremsti setningurin, er, í friðartíð, at tryggja fullveldið í ríkisfelagsskapinum við vaktarhaldi kring Føroyar og Grønland. Eisini tekur Kommandoin sær av ymskum samfelagsuppgávum, so sum eftirliti við fiskivinnu, sjóbjarging, sjúkraflutningi o.ø."

 

Í Havn heldur Arktisk kommando til í hølum hjá MRCC.

 

Á myndini eru f.v.: Chef for Arktisk kommando, Færøerne - Kommandørkaptajn Per Højgaard-Jensen, Defence Attaché Denmark - Captain US Navy, James F. Gibson -  og Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið.

 

dp

 

 

 

Lagt út 16-02-2016 sj

16-02-2016