KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

 

Karl Jóhan heldur fram sum formaður

 

Nevndin í Krígssavninum eftir aðalfundin í kvøld. Úr vinstru: Dánjal Poulsen, kassameistari, Klæmint Weihe, varalimur, Fróði H. Poulsen, bókhaldari, Marna Jakobsen, skrivari, Tina K. Jakobsen, varalimur, Poul Arne Jacobsen, næstformaður, og Karl Jóhan Nielsen, formaður

Krígssavnið hevði aðalfund á Krígssavninum í Miðvági hin 28. apríl 2016. Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður. Hann og Poul Arni Jacobsen vóru upp á val hesaferð, og tóku teir báðir við afturvali. Ongin stillaði upp ímóti teimum, so báðir vórðu afturvaldir.

Sum nýggjur varalimur varð Klæmint Weihe valdur fyri Sonna Jacobsen, ið ikki tók við afturvali. Hin varðalimurin, Tina K. Jakobsen, tók uttan mótvalevni við afturvali.

Nevndin skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin. Karl Jóhan Nielsen er formaður, Poul Arni Jacobsen, næstformaður, Marna Jakobsen, skrivari, Fróði H. Poulsen, bókhaldari, og Dánjal Poulsen, kassameistari.

Ætlað innilokan slept
Karl Jóhan Nielsen kom víða um í sínari formansfrágreiðing, og størsta hendingin síðani seinasta aðalfund man vera, at nevndin nú hevur slept ætlanini um at inniloka friðaða SOR-bygningin við flogvøllin í ein nýggjan, stóran bygning, sum so eisini skuldi hýsa sjálvum krígssavninum.

Henda ætlanin, sum Fornminnisnevndin við fyrivarni og ávísum treytum hevur givið loyvi til, var tó ein neyðloysn, tí mett var, at SOR-bygningurin var í so ringum standi, at brátørvur var á at verja hann ímóti veðri og vindi, um hann ikki skuldi fara fyri onki.

Betri standur
Men ein nýggj kanning, sum Preben Hansen, verkfrøðingur hevur staðið fyri, vísir, at standurin á bygninginum er nógv betri, enn tey hava hildið, og tí er ikki longur neyðugt at loka hann inni.

Boriroyndir av betonginum vórðu sendar niður til Teknologisk Institut í Danmark til kanningar, og úrslitið var óvæntað gott.

“Teir ringdu upp til Preben Hansen og spurdu, um bygningurin veruliga var yvir 70 ára gamal, tí betongið var á hædd við nýtt begtong”, greiddi Karl Jóhan Nielsen frá.

Men takið lekur, og bygningurin treingir til ábøtur, um hann skal varðveitast, og tí hevur verið tingast aftur og fram við Fornminnisnevndina um, hvussu farast skal fram.

Bjálvast og pussast
Karl Jóhan Nielsen segði, at so seint sum í dag kom so endalig góðkenning upp á eina loysn, sum gongur út upp á at bjálva og pussa allan bygningin uttan, men soleiðis, at hann varðveitir verandi útsjónd.

Ætlanin er so nú at fáa tilboð upp á hetta arbeiðið, og ikki fyrr enn tá ber til at siga nakað um kostnaðin. Hann verður tó bert ein brotpartur av tí, sum nú slepta ætlanin um innilokan av SOR-bygninginum hevði kostað, og Krígssavnið eigur so mikið av peningi - umleið eina hálva millión krónur - at tað ber til at byrja upp á arbeiðið.

Bráfeingis umvæling, bjálving og pussing av SOR-bygninginum stendur fyrst fyri, men seinni verða barakkirnar, sum upprunaliga hoyrdu til bygningin, møguliga uppafturbygdar. Eisini er upp á tal, seinni at byggja eina nýggja høll eystanfyri SOR-bygningin.

Dánjal Poulsen vísti fram og greiddi frá nýggjastu lutunum, sum Krígssavnið hevur fingið. Millum annað er eitt savn frá sýslumansskrivstovuni í Vestmanna av umsóknum frá krígnum um ferðapass til Vágar. Tað galt um at orða seg rætt, greiddi Dánjal Poulsen frá - ein hevði biðið um loyvi at sleppa vestur at vitja unnustu sína í Miðvági og fekk ja, meðan ein, ið segði seg ætla sær til Miðvágs at fríggja, fekk eitt greitt nei.

 

 

28.4.2016