KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið gjørt avtalu við Café Manna

Krígssavnið hevur gjørt avtalu við Café Manna, sum heldur til í sama bygningi sum Krígssavnið og Bónus handilin í Miðvági.

Café Manna v/ Hannu av Kák Nattestad er opið hvønn gerandisdag, t.v.s  mána- til og við leygardag millum kl. 10 og 18.

Café Manna átekur sær, tá eingi starvsfólk eru á Krígssavninum, í upplatingartíðini hjá Café Manna m.a., at lata upp Krígssavnið fyri vitjandi, krevja atgongugjald og skráseta tal av vitjandi.

Avtalan kom í gildi gildi 8. mars 2017 og er fyribils galdandi til 30. september 2017, og kann tá leingjast.

sj

12-03-2017