KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Lions stuðul til Krígssavnið

Lions Club Vágar hevur stuðla Krígssavninum við 10.000 kr. til arbeiði, at seta S.O.R. bygningin í stand fyri.

Á myndini tekur Karl Jóhan ímóti gávuni frá umboð fyri Lions Club Vágar.

Lions Club í Vágum hevur áður verið virki í arbeiðinum at varðveita bygningarnar á Hálsi í Sørvági.

Frá 2004 til 2006 settu limir frá Lions Club í Vágum tornið við S.O.R. bygningin í stand og bjargaðu soleiðis torninum frá at falla.

Stórur vandi var fyri hesum, vegna at tornið tá var í so ringum standi.

 

14.05.2017