KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Krígssavnið fingið áhugaverda gávu

Tann 15. juni 2017 fekk Krígssavnið eitt sera áhugavert kort yvir øll føroysk skip, sum eru farin við Íslands strendur í tíðarskeiðinum 1882 til 1993.

- Á Sjómannadegnum í Islandi 2016 vórðu sýnd fram mong kort yvir skip, sum eru farin við Íslands strendur. Millum hesi kort var hetta við teimum føroysku skipunum, sigur Karl Jóhan Nielsen, sum hevur sent VP myndirnar av kortinum.

- Gevarin, sum ynskir at vera ónevndur, setti seg í samband við Gunvør Balle, sum vísti honum á havnameistaran í Reykjavík, føroyavinin Gísla Gíslason, fyrrverandi borgarstjóra á Akranesi, sum er vinarbýur Sørvágs. Á fiskarímessuni í Klaksvík, kom Gísli við hesum korti.

- Krígssavnið er sera takksamt fyri hesa forvitnisligu gávu, sigur Karl Jóhan Nielsen, leiðari á Krígssavninum.

 

12-07-2017