KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Tony Barnes framløgu á Krígssavninum

Tíðindaskriv: Mánadagin 26. august kl. 19 verður boðið til framløgu á Krígssavninum í Vágum.

Felagið Krígssavnið bjóðar øllum áhugaðum at koma á Krígsssavnið, sum nú er flutt í SOR-húsini á Varðagøtu 61 uppi á Hálsi í Sørvági.

Tony Barnes, sum áður hevur granskað og savnað rúgvusmikið tilfar undir heitinum Faroe Islands Force, kemur at greiða frá bókini The Royal Navy and the Royal Marines in the Faroes Area 1939-1945. Um fólk eru áhugað at fáa eitt eintak av tilfarinum, skulu tey bara taka eitt USB-stikk við, so fáa tey eitt avrit av tilfarinum.

Karl Jóhan Nielsen bjóðar vælkomin
Tony Barnes greiðir frá sínum arbeiði
Vit bjóða kaffi og køkur.

Høvi verður at tekna seg sum lim í felagnum og harvið stuðla arbeiðinum við at seta SOR-bygningin, sum skal hýsa Krígssavninum, í uppruna stand.

Felagið Krígssavnið

24.08.2019