KRÍGSSAVNIÐ

lýsir tað árin, sum seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Í nærum 80 ár helt familjan at John Nicholls var horvin á sjónum

John Nicholls

 Nú vita tey at hann liggur grivin í Vági í Føroyum.

Ein familja í Bretlandi hevur nú fingið vissu fyri, hvar ein av forfedrunum, sum hevur verið horvin síðani 1942, er endaður.

Og tað er alt takkað verið vágbinginum, Arnfinni Thomassen, sum hevði sett sær fyri at finna útav hvør maðurin var, sum bleiv grivin har í bygdini í juni 1942. Á gravsteininum stendur: “A sailor of the 1939-1945 war. Known unto God”.

Arnfinnur Thomassen hevur í langa tíð roynt at loysa gátuna. Hann fann fram til, at tað er sannlíkt at maðurin í grøvini er John Henry Nicholls, sum var dekkari við Grimsby trolaranum “Bromelia” ið gekk burtur um okkara leiðir hetta árið.

Líkið av manninum var funnið á sjónum hin 16. juli 1942. Í eini løgreglufrágreiðing í málinum stóð m.a., at maðurin hevði ring á fingrinum og í ringinum stóðu bókstavirnir “JHN”. Roknað varð við, at hetta vóru forbókstavirnir í navni og eftirnavni hjá manninum. Maðurin varð grivin í Vági 2 dagar eftir við ringinum.

Út frá hesum upplýsingum var tað so at Arnfinnur fór at leita. Við hjálp úr bretskum arkivum fann hann útav, at ein trolari úr Grimsby var horvin á veg úr Íslandi til Bretlands hin 29. juni 1942. Við skipinum var ein maður, ið nevndist John Henry Nicholls, hvørs adressa var, Fairmont Road 142, Grimsby.

Navnið hóskaði til bókstavirnar í ringinum og eingin annar við hesum forbókstavnum í navninum var deyður ella horvin um hesar leiðir á hesi tíð. Komið varð fram til, at John Henry Nicholls var giftur, átti tveir synir og at konan, Clara, doyði í 1989. Hon giftist ongantíð uppaftur.

Brúðarmynd hjá John og Clara

Gjøgnum enskar miðlar hevur Arnfinnur eftirlýst familjuni. Og nú hevur so abbadóttirin hjá enska sjómanninum latið við seg koma.

Við Grimsby Telegraph sigur Christine Paris seg vera sera fegna um, at familjan nú við stórari vissu kann siga, hvat varð av abbanum.

Eftir at hon hevði lisið greinina í Grimsby Telegraph segði abbadóttur John, Christine Paris, sum nú býr í Berkshire, at gátan um horvna abban er loyst.

Hon segði, at hon var ovurfegin um at hoyra um vinsemi hjá føroyingum, ið góvu honum grøv og hava hildið grøvina í øll hesi árini. Systur hennara er gift dana og býr í Danmark, har skjótt er at ferðast til Føroya, so hon fer helst onkuntíð at vitja grøvina hjá abbanum.

Abbi mín, John Henry Nichols, var dekkari við Bromelia, sum hvarv 22. juni 1942.

Missurin av “Bromelia” hevur verið ein gáta síðan kríggið. Summi halda, at skipið varð søkt av týskum kavbáti. Alt okkara lív hava vit hildið, at lík hansara varð horvið á havinum. So tað var sera rørandi at lesa at hann varð funnin og varð grivin í Føroyum.

Vit eru eisini sera takksom at hoyra, at ein dama, sum nú er 90 ára gomul, hevur hildið grøvina øll hesi árini. Dagurin fyri jarðarferðina, hin 18. juli 1942, og dagurin har Bromelia hvarv, umframt bókstavirnir í ringinum, JHN, gera meg sannførda um, at hetta er grøvin hjá abba mínum.

Navnið á abba mínum og skipsfeløgum hansara standa eisini á eini minnisplátu fyri mistar sjómenn tætt við Tower of London.

Hóast abbi mín var tann einasti, sum bleiv funnin, so er grøv hansara í veruleikanum eitt minnismerki fyri allar sum vóru við Bromeliu, segði Christine við blaðið.

Á mynd av minnisplátuni við Tower of London sæst, at tað vóru 12 mans við Bromeliu henda túrin, har allir sjólótust: W.E. Webb, skipari, R.H. Clark, L. Corcoran, S.V. Cuthbert, E.A. Edwards, W. Ellis, J. Hitchman, J.H. Nicholls, W. Osgothorpe, F.A. Perrin, T. Rogers og J. Rolf.

 

Gravsteinurin í Vági

Í Grimsby Telegraph stendur eisini:

Smálutirnir sum Lincs Inspire Libraries hava funnið fram til um John Henry Nicholls, eru:
• John Henry Nicholls var føddur í Aberdeen.
• Hann giftist Clara Annie Lee í Grimsby í 1922. Clara var fødd 20. december 1902.
• Tey áttu tveir synir, Charles H. Nicholls, føddur 6. februar 1923 og Ronald Nicholls føddur í 1928. Ronald giftist Freda Brannon í 1958.
• Vallistar frá 1939 sýna, at Clara búði á Duke Street 33 í Grimsby, við soninum, Charles, sum er sagdur at arbeiða í eini málingaverksmiðju.
• Um tíðina tá John doyði í 1942 búði familjan á Fairmont Road 142, Grimsby.
• John Henry Nicholls varð skrásettur at verða horvin frá 22. juni 1942 við grimsby trolaranum “Bromelia” har eingin spurdist aftur.
• Seinni er komið fram til, at likam hansara varð funnið á sjónum við strondina í Vági í Føroyum, hin 16. juli 1942 og hann varð grivin í Vági hin 18. jul i1942. Hann er nevndur á bretskari minnistalvu í “the Tower Hill Memorial”.
• Tað sær út til at Clara Annie Nicholls ikki giftist uppaftur eftir at maðurin var deyður. Hon doyði í juni 1989 og varð gravsett í Scartho, Grimsby hin 19. juni 1989.

S.J.

Keldur: VP, Grimsby Telegraph og Lincs Inspire Libraries.

 

Dagført