Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Forfatter: kw

Summar í Føroyum

Í ÁR FERÐAST VIT ØLL Í EGNUM LANDI – BUSSARNIR KOYRA VIÐ FERÐAFÓLKI – KRÍGSSAVNIÐ ER OPIÐ – NÚ ER SUMMAR Í FØROYUM! Frá 1. mai til 30. september 2021 er Krígssavnið opið hvønn leygardag og sunnudag kl. 14.00 – 17.00. Nógv spennandi og eisini nógv nýtt er at...
Read More

Motorur til elverkið komin

Við vælvild frá Sørvágs kommunu og arbeiðsmonnunum har, varð tungi motorurin í dag settur upp á pláss inni í elverkinum í SOR-bygninginum.Eisini talvan og battarí-reolin, sum hoyra til, eru komin inn.Góður dagur á Krígssavninum í dag....
Read More

Krígssavnið opið í summar

Í summar fara vit øll at FERÐAST Í EGNUM LANDI! Um góða gongdin við Koronu heldur sær, er ætlanin at Krígssavnið verður opið í vikuskiftunum í summar – frá 1. mai til 30. september 2021. OPIÐ VERÐUR LEYGARDAG OG SUNNUDAG KL. 14.00 – 17.00. NÓGV NÝTT AT SÍGGJA Vælkomin...
Read More

Trý høli tikin í nýtslu

Ein partur av SOR-bygninginum hevur leingi verið avlæstur. Í vetur hevur verið arbeitt við at seta henda partin í stand, so hann nú er ein partur av Krígssavninum.Talan er um trý høli, sum upprunaliga vóru hitaverk, elverk og luftskiftisrúm.Øll hesi høli vóru sera týðandi fyri virksemið í bygninginum.Hølini vóru...
Read More

Byggiætlanin góðkend

Ástaðarfundur var á Krígssavninum 16. mars 2021, har Fornminnisnevndin, saman við nevndini í Krígssavninum, umrøddu byggiætlan savnsins. Høvuðsmálið er at byggja tvær barakkir, ein vestureftir og ein eystureftir, uppí verandi SOR-bygning.Fornminnisnevndin hevur nú undangóðkent byggiætlanina. Mynd: Fornminnisnevndin.V.f. Tórálvur Weihe, skrivari, Julianna Klett, forkvinna, Jóhan Laksafoss, arkitektur og Herleif Hammar,...
Read More

Parkeringsøkið liðugt sprongt og slættað

Í januar í fjør keypti Krígssavnið eitt øki frá Sørvágs kommunu, 1576 fermetrar til støddar, vestanfyri S.O.R., at brúka til framtíðar parkeringsøki.Í august varð avtala gjørd við byggifelagið J. & K. Petersen, at spreingja og slætta økið. Arbeiðið var liðugt í november mánaði – væl úr hondum greitt.Eftir er...
Read More

Krígsavnið seinkað av Koronu

Myndin: Nevndin í Krígssavninum skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin. Úr vinstru eru tað Sigrun Joensen, eykalimur, Karl Jóhan Nielsen, sum heldur fram sum formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Poul Arni Jacobsen, eykalimur, Fróði Poulsen, kassameistari, Klæmint Weihe, nevndarlimur, og Marna Jacobsen, skrivari Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund í nýggju savnshølunum í...
Read More

AÐALFUNDUR hóskvøldið 25. februar

Aðalfundur verður á Krígssavninum, Varðagøta 61, Sørvági, hóskvøldið 25. februar 2021 kl. 19.30. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Nýggir limir kunnu tekna seg og gjalda limagjald á fundinum. Møtið fjølment! Krígssavnið...
Read More