Booklet / faldari

Facebook

Forfatter: svenbjorn

Chester Camp

Við Gróthústanga nærhendis Miðvág og dygst við Vatnið liggja leivdirnar eftir einum sterkum loftverjuskansa frá Seinna heimsbardaga, har fýra 3,7 tumma loftverjukanónir hava staði. Í Havn var eisini ein líknandi loftverjuskansi við fýra kanónum. Myndakort av økinum(kortal.fo) Tey fýra skotvirkini og bunkarin(kortal.fo) — Byggingin Í bókini Stríðsárini 5 eftir...
Read More

Gróthúsið við Skipá í Sørvági

Bretska hervaldið bygdi, undir Seinna Heimsbardaga, hetta snøgga gróthúsið við ytru Skipá í Sørvági. Húsið sæst á korti hjá bretum, dagf. 9. November 1942. Beint uttanfyri stóð eisini ein stór barakk. Loftmynd frá 1943, pílurin vísur á húsini, við síðuna av sæst stóra barakkin. Lars Larsen, ið lærdi el-læru...
Read More

Austerlitz álopin á Skálafjørðinum

Frásøgn Hilmar Kass 10. oktober 1941 lá Austerlitz fyri teymi á Klaksvík, tá týskur flúgvari framdi álop, slepti fleiri bumbur og skeyt við maskinbyrsu. Tann eina bumban gjørdi stóran skaða. M/s Fugloy sakk, og fleiri onnur skip og kaiin fingu stóran skaða. Austerlitz var óskalað. “Austerlitz” av Strondum Náttina...
Read More

Kavbátagørn á Skálafjørðinum

Frásøgn: Hilmar Kass Tvær hendingar í samband við kavbátagørnini á Skálafjørðinum: Austerlitz slíturM/s Austerlitz lá vetrarbundin undir Ringunum nakað innan fyri kirkjuna við Sjógv. Stýriborðsketan var landketa, hon var fest í jarnstólpa, sum var festur í klettin á Rættarhamri. Bakborðsankar var slept út frá landi. Stýriborðsketan var smekrari enn...
Read More

Sjáldsom mynd komin undan kavi

(Trýst á myndina og hon verður størri) Tann 4. februar 1942 kom eitt týskt flogfar inn yvir Vág. Flogfarið legði leiðina inn yvir Marknoyri og slepti har fýra bumbur. Flogfarið helt leiðina áfram vestur yvir Vág og skutu teir við maskinbyrsu frá flogfarinum, meðan flogfarið fleyg yvir bygdini. Nú...
Read More

Barakkir á Bakka í Sørvági

Her hildu lossararnir til Trýst á myndirnar og tær gerast stórar Loftmynd av øki úti á Bakka í Sørvági 2012. Um ein hyggur væl eftir hómast framvegis nógvar barakkgrundir frá bretum omanfyri garðarnar. Her hildu lossararnir til. Omanfyri garðarnar uttanfyri uttaru Skipá búðu teir, sum lossaðu skipini, sum komu...
Read More

Í sigling fyri bretar undir krígnum

Í “Tíðindablaðnum” 15. mars 1974 stóð hendan greinin. Innleiðandi orðini niðanfyri her eru eitt sindur dagførd, men restin av greinini er sum hon var í Tíðindablaðnum fyri 40 árum síðan.  Millum teir mongu føroyingar, sum sigldu úti í langfarasigling, var Jógvan Martin Joensen — ættaður úr Oyndarfirði og búsitandi...
Read More

Bretskur hermaður jarðaður í Sandavági

Ronnie Brierley og konan Maria Sunnudagin 3. august 2014 var ein serstøk jarðarferð úr Sandavágs kirkju. Tað var bretski hermaðurin Ronald (Ronnie) Brierley, sum var í Vágum undir seinna heimsbardaga. Í 1943 giftist Ronnie Mariu Joensen í Sandavági. Sama ár fluttu tey til Onglands at búgva.  Maria andaðist í 1977 ...
Read More

Sonevnd Homer- & Fixer Service støð frá Seinna heimsbardaga

 Skitsa av hvussu støðin virkaði Á Suðurtriðingi í Sørvági, millum flogvøllin og Vatnið, stendur ein lítil betongsmátta frá krígnum. Smáttan er so passaliga væl frá vegi og øllum, at tað munnu vera tey fægstu, sum í heila tikið hava bitið merki í, at hon er har. Sjálvur eri eg...
Read More

Fyrilestur um bretsku verjuskipanina áðrenn og undir krígnum

 Í kvøld var ein eitt sindur annarleiðis og áhugaverdur fyrilestur hildin í Gamla skúla í Sørvági. Tað var captain Steve Lloyds, sum er serfrøðingur í søguni hjá R.A.F, sum helt fyrilesturin, sum hann nevndi “The origins of the UK Air Defence System”. Í fyrilesturin kom hann eisini rættuliga nógv...
Read More