Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

75 ár síðan Føroyar vórðu hersettar

Krígssavnið hevur henda bilin í varðveitslu, sum eitt minni frá stríðsárunum

Í hesum døgum eru liðin 75 ár síðan bretar settu hermenn í stórum tali á land í Føroyum, og víðgirdu seg kring alt landið, at forða týskinum at fáa fótin fastan her eisini, eins og í Noregi, Danmørk og í stórum parti av Evropa.

 Í Vágum vóru einir tríggir bilar fyri kríggið. Bretar komu við um leið 300 akførum, so veganetið mátti betrast, og var eftir kríggið asfalterað, og tað besta í øllum landinum. Bretar gjørdu okkum flogvøll, og hóast tað gingu 20 ár áðrenn reglulig flogferðsla kom í lag, so hava vit nú megnað at bygt upp nýmótans flogsamband við útheimin.

 Hersetingin vardi í fimm ár, og eftir hana var nógv øðrvísi í Føroyum. Gamla tíðin, 1920-1930 árini, har fátæksligt var í flestu heimum, var nú farin.

 Undir krígnum bar til at fáa arbeiði, bæði á landi og sjógvi. Teir, sum sigldu við fiski til bretska marknaðin, vunnu fitt av peningi; men henda sigling var okkum eisini dýr, tá ið hugsað verður um allar teir sum fórust, og eftir sótu nógvar einkjur við faðirleysum børnum. Eftir kríggið nørdist fiskivinnan nógv, tó við misjøvnum fíggjarligum úrsliti.

 Tey fimm stríðsárini høvdu so stóran týdning, at sjálvt í tíðarrokningini í seinna helmingi av seinastu øld varð tosað um tíðina “áðrenn kríggið og aftaná kríggið”.

 Orð og mynd: Dánjal Poulsen