Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Søga

Fyrsti fundurin at stovnað Krígssavnið var hin 1. apríl 2008. Tað vóru Felagið Vágar og Vága Kunningarstova, sum tóku stig til fundin.
Umboð fyri ferðavinnuna í Vágum, kommunurnar, Lions Club og bygdasøvnini í Vágum vóru eisini á fundinum.

Felagið Krígssavnið varð stovnað hin 23. juli 2008 á fundi á Kunningarstovuni í Miðvági har 43 fólk vóru møtt.
Á stovnandi fundinum varð nevnd við 5 limum vald at stýra savninum.
Í nevndina komu Karl Jóhan Nielsen, Poul Arni Jacobsen, Sonni Jacobsen, Johannes Dam Hansen og Marna Jacobsen.
Nevndin skipaði seg sama kvøld við Karl Jóhan Nielsen sum formanni.

13. februar 2009 fekk savnið búmerki. Tað er Suffía við Stein, Fuglafirði, sum hevur teknað.

Savnið lat upp á fyrsta sinni í hølum í Miðvági hin 2. mai 2009 við hátíðarhaldi, har Sørvágs Tónleikarfelag spældi, Karl Jóhan Nielsen beyð vælkomin og helt røðu vegna Krígssavnið.
Martin Næs helt røðu og skarð snórin vegna Mentamálaráðið.
Eini 300 fólk vitjaðu savnið henda dagin.

Fyrsta árið vitjaðu ikki færri enn 2500 fólk savnið. Trý ár seinni høvdu yvir 5000 fólk vitja savnið.

12. apríl 2010 fekk Krígssavnið heimasíðu; ww2.fo

Fyrstu árini vóru tað kommunurnar í Vágum, sum í høvuðsheitum stuðlaðu savninum. Í 2011 kom Krígsssavnið eisini á fíggjarlóg landsins.

3. november 2011 varð skeyti undirskrivað og Krígssavnið fekk SOR-bygningin til ognar.
Hetta varð gjørt við stórari vælvild frá Sørvágs kommunu, sum í býti við SOR-bygningin lat Landsverk fáa eitt grundøki á ídnaðarøki kommununnar á Hálsi í Sørvági.
Tað varð eisini gjørt við vælvild frá John Johannesen, landsstýrismanni, sum skipaði fyri at málið varð avgreitt frá landsstýrisins síðu. Í staðin fyri ein 50 ella 100 ára leigusáttmála, varð avgjørt at skjóta upp fyri Løgtinginum, at lata savninum bygningin til ognar. Løgtingið samtykti uppskotið frá landsstýrismanninum.
3. nov. 2011 undirskrivaðu Sørvágs kommuna og Landsverk makaskifti, sum Løgtingið stutt frammanundan hevði givið Landsverki heimild til.
Við sama høvi, hin 3. nov. 2011, undirskrivaðu Sune Jacobsen, borgarstjóri, og Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, skeytið, sum gevur Krígssavninum SOR-bygningin til ognar.

Frá 2004 til 2006 hava limir í Lions Club Vágar umvælt gamla flogtornið frá Seinna heimsbardaga.
Á samkomu 13. januar 2011 hittust nevndin fyri Lions Club Vágar og nevndin fyri Krígssavnið og varð lykilin til gamla flogtornið handaður Krígssavninum.

Nevndarlimir í Krígssavninum vóru á námsferð í Bretlandi í juni 2013.
Vitjað varð í nøkrum SOR-bygningum, har tilbar at fáa íblástur og góð ráð um, hvussu farast kann undir arbeiðið við okkara egna SOR-bygningi.

Í sambandi við at Føroyskt-Bretskt Felag varð avtikið, fekk Krígssavninum hugnaliga vitjan 19. juni 2015

Ørindini vóru, at handa Krígssavninum stórfingna gávu: kekk, áljóðani kr. 9.000 og ymiskar lutir, myndir og skjøl frá Seinna heimsbardaga.


Á aðalfundi 28. apríl 2016 varð greitt frá, at nú verður farið undir arbeiðið at seta SOR-bygningin í stand at brúka til Krígssavnið.

22. mai 2018 varð fyrsta byggistig av arbeiðnum, at gera gamla SOR-bygningin til Krígssavn, handað.
Arbeiðið umfatar nýggj úthang og at bjálva og klæða báðar tekjurnar.
Tað er verkfrøðingurin Preben Hansen, Tórshavn, sum hevur projekterað og havt eftirlitið.
Múrarin v/Kell E. Jensen í Miðvági hevur gjørt úthangið og endurbygt upprunaliga skorsteinin og Takplan SP/F v/Róa Dahl-Jacobsen í Kaldbak hevur gjørt takarbeiðið.