Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Lutir

LUTURIN HESA VIKUNA

Týsk Walter P38 pistól

Henda Walter P38 pistólin, sum Krígssavnið eigur, stavar frá týska Heinkel 111 flogfarinum, sum søkti bretska vápnaða trolaran, Lincoln City á Havnarvág 20. februar 1941.
Loftverjukanónir í Havn og á Skálafjørðinum raktu flogfarið so meint, at tað noyddist at seta seg á sjógvin á Gøtuvík.
Menn úr Gøtu bjargaðu teimum fýra týskarunum, sum mannaðu flogfarið. Eitt tað fyrsta sum flogskiparin gjørdi, var at lata hesa pistólina frá sær.