Arktisk kommando á Krígssavninum
Fríggjadagin 12. februar 2016 vitjaðu umboð fyri Arktisk Kommando Krígssavnið.
Færøernes Kommando, eisini nevnd Marinestationen, varð í 2012 umskipað til Arktisk Kommando, við virksemi í Nuuk og í Tórshavn.
Setningurin fyri Arktisk Kommando ljóðar soleiðis:
“Arktisk Kommando er myndugleiki í donsku Verjuni. Fremsti setningurin, er, í friðartíð, at tryggja fullveldið í ríkisfelagsskapinum við vaktarhaldi kring Føroyar og Grønland. Eisini tekur Kommandoin sær av ymskum samfelagsuppgávum, so sum eftirliti við fiskivinnu, sjóbjarging, sjúkraflutningi o.ø.”
Í Havn heldur Arktisk kommando til í hølum hjá MRCC.
Á myndini eru f.v.: Chef for Arktisk kommando, Færøerne – Kommandørkaptajn Per Højgaard-Jensen, Defence Attaché Denmark – Captain US Navy, James F. Gibson – og Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið.
dp
Lagt út 16-02-2016 sj