Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Biograf- og dansibarakkir frá bretum

Uppi á Mýrum í Sørvági eru toftir av mongum bygninum, gøtum og øðrum frá tí ovurstóru hernaðarleguni, sum var her undir krígnum, og sagt verður, at um 8.000 hermenn hildu til har, tá teir vóru flestir árini 1942-43. 

Uppi á Mýrum í Sørvági. Á kort frá bretum er litlagt  við grønum: dansihøllin og biografhøllin.

Dansihøllin

Í dansihøllini spældi teirra hornorkestur, No. 1 Pioneer Band, og har var annað undirhald eisini, so sum sjónleikur, aðrar tónleikaframførslur, boksing o.a.

Á myndini sæst grundøki til dansihøllina, sum stóð dygst niðanfyri biografhøllina. Støddin á barakkini hevur verið uml. 9,4 metrar breið og 59,3 metrar long.

Sagt verður, at sjónleikarar, sangarar, tónleikarabólkar og onnur listafólk ferðaðust kring um heimin til ymsu herdeildirnar at framføra og undirhalda hermonnunum. Eisini til Føroya komu slíkir bólkar og hesir leiktu eisini í stóru  høllini, sum stóð her, og føroyingar vóru stundum bjóðaðir við til onkrar av hesum framførslum.

Biografhøllin

Norðari endi av biograf barakkini er laðaður upp av betongsteinum og eitt rúm (forstova) hevur betongtak.  

Hetta er tað rúmið og veggirnir, sum myndirnar sýna.

Alt økið har biografhøllin stóð.

Høvuðsinngongdin og t.v. høvuðsinngongdin til barakkina og ovast inngongd til smærri rúm omanfyri.

Høvuðsinngongdin.

Inngongdin til høllina. Inn hasa hurðina gingu helst biograf gestirnir. Betongplaneringin er serliga nógv grasað til í norðara partinum, og kemur bert undan í pettum, men er framvegis heil undir grasinum.

Fremst sæst ein betongplattur, sum er miðskeiðis á barakkgrundini. Hvat hann hevur verið nýttur til er óvist. Annars sæst økið millum barakkirnar báðar.

Fram við eystaru síðu av barakkini eru fýra trappur, sum sýna, at tað hava verið 4 hurðar inn til barakkina. Tann norðasta hevur verið høvuðsinngongdin.

Økið sætt frá sunara enda. Her sæst hvussu sera stór barakkin hevur verið.

Frá sunnara enda og yvir til betongveggin eru 54 metrar, sjálv barakkin við betonginngongdini hevur tilsamans verið 61 metrar long. 

Nøkulunda uppmáling og skitsa av barakkgrundini, sum hon sær út í dag (2011), ovast er sunnari endi og niðast norðari endi.

 Tekstur, myndir og skitsur: Sonni Jacobsen